P-hús í Miðbýnum: Mótmælið fer neyvan at hjálpa

Ein, sum mótmælur, sigur, at nú kann býráðið verða kroyst av kapitalistum, sum bara hugsa um egnan vinning

Tað sær út til, at býráðið fer at halda fast um ætlanina at byggja eitt stórt parkeringshús við íbúðum mitt í Havn. Grannarnir hava mótmælt ætlanini, men umsitingin hjá Tórshavnar Býráð mælir nú býráðnum til at halda fast um ætlanina. Grannarnir hava mótmælt, tí tey halda, at parkeringshúsið er alt ov greftligt mitt í Havnini. Samstundis ætlar býráðið at víkja frá treytunum um, hvussu stórur partur av einum grundstykki tað skal vera loyvt at byggja á

 

Tað er undir alt lágmark fyri, hvat l myndugleikin kann loyva sær yvir fyri sínum borgarum, stendur í mótmælinum. Verður hægsta markið tikið av, stendur bara ein bleyt orðing eftir um at byggingin skal vera hóskilig og tað kann býráðið tulkað alt eftir hvussu vindurin blæsur. Hendir hetta, kunnu fólk ongantíð vita, hvat kommunan ætlar sær við einum øki, og tá hevur byggisamtyktin fyri eitt øki lítið at siga.

 

Talan verður um eitt parkeringshús í trimum hæddum, ella seks forskotnum hæddum. Pláss verður fyri 135 bilum og ovast verða 21 íbúðir.

 

Les meiri her: Umstrídd ætlan um Parkeringshús drigin fram aftur

 

–  Bæði kommunan og borgarin hava tørv á at hava eitt evsta mark fyri, hvussu nógv víkjast kann frá vanligu krøvunum og reglunum. Kommunan hevur tørv á hesum, tí annars er vandi fyri, at hon verður trýst av kapitalistum, sum bara hava egna vinning fyri eyga og ikki tað, sum er gagnligt fyri almenna borgaran, stendur í mótmælinum.

 

Umsitingin hjá býráðnum sigur, at tað er ikki nakað nýtt, at tað hevur verið til umrøðu í eina tíð at geva heimild til at broyta markið fyri, hvussu stóran part av einum grundstykki tað skal bera til at byggja á. Tað hevur sostatt einki við ætlaða parkeringshúsið at gera.

 

Les eisini: Fer hetta at fylla miðbýin í Havn - ella fer tað at tøma miðbýin

 

Tey siga, at hámarkið er avmarkandi fyri arbeiðið at menna ymisk øki, eitt nú eldri økjum í miðbýnum. Men skal hámarkið broytast, krevur tað eina ítøkiliga viðgerð í hvørjum einstøkum føri við øllum teimum mannagongdum, tað hevur við sær.

 

Bæði tekniski stjórin hjá býráðnum. og býararkitekturin, mæla býráðnum til ikki at ganga mótmælunum á møti, og nú er tað so býráðið, sum skal taka støðu til um reglurnar skulu broytast, so at slóðað verður fyri, at byggiloyvi kann verða givið til parkeringshúsið.