Pál Joensen hevur júst svomið seg í finaluna í 800 frí í heimsmeistarakappingini í Barcelona.
Tíðin hjá Páli var 7.50.81, og samanlagt hevði hann 6. bestu tíðina í innleiðandi kappingini.
Rókur í Jákupsstovu, næstformaður í Svimjisambandinum og ferðaleiðari á túrinum í Spanina, er væl nøgdur við úrslitið hjá Páli.
- Pál hevur veruliga prógvað at hann er ein svimjari av format. Serliga tá man hugsar um alt tað, honum hevur verið fyri seinasta árið, at hann so kortini svimur so skjótt, sigur Rókur í Jákupsstovu.
Hann heldur, at tað ávirkar ein og hvønn, at flyta land og umstøður. Hafturat hevur Pál skift venjara tvær ferðir.
- Nú eri eg fullvísur í, at vit eiga ein svimjara í heimsklassa, so leingi hann hevur hug, heilsu og umstøður at venja.
Sjálv finalan verður svomin í morgin.