Pál Joensen hevur næstbestu tíðina úr innleiðandi umfarinum. Hann kom á málið í gjár við tíðini 15:04.05.
Samuel Pizetti úr Italia hevði bestu tíðina ? hann kom á málið við tíðini 15:03.32.
Rókur í Jákupsstovu, næstformaður í Svimjisambandinum, sigur, at tað er realistiskt, at Pál Joensen verður fyrstur á málið í dag. Men eydnast tað ikki, so hava úrslitini hjá svimjaranum úr Vági tryggja Føroyum eina rúgvu av umrøðu, hóast alt.
- Svimjiheimurin veit, at Pál er krút sterkur sálarliga. Tað verður ein dystur um yvirliving. Um Pál Joensen vinnur, so kann ikki mátast, hvussu stóran týdning, tað hevur fyri føroyska svimjing, sigur Rókur í Jákupsstovu, næstformaður í Svimjisambandinum.
Eurosport og Kringvarp Føroya vísa finaluna í 1500 frí beinleiðis.
Fyrsta skotið ljóðar klokkan 16.00.