Pól Esper og Búgvi í Klaksvík

Hetta vikuskiftið verður aftur høvi at fara í býin og hoyra livandi tónleik klaksvík.

Hesuferð verða tað Pól Esper og Búgvi, sum fara at undirhalda í Fortuna fríggjakvøldið. Hetta er triðja ferðin, at tílíkt tiltak er í Fortuna og sigast má, at hini bæði kvøldini hava verið sera væleydnað og at viðskiftafólki hevur tikið væl undir við hesum. Húsið letur upp kl. 22.00. Fortuna liggur á Klaksvíksvegi 22.