Pál Joensen og Jón Bjarnason eru á veg til hús aftur eftir langan svimjitúr. Fyri stórari viku síðani vóru teir við í EM kappingini í Pólandi. Pál smæddi seg ikki burtur, og tá ið havt verður í huga, at hann er úr lítlu Føroyum og kappaðist við nógvar av frægu svimjarunum í Europa, so var úrslitið á góðari leið. Men kortini var tað ikki so gott, sum bæði Pál og Jón og so mong onnur, ið hava skil fyri svimjing, høvdu vónað, at tað fór at verða.
Hesar seinastu dagarnar hava teir báðir, Pál Joensen og Jón Bjarnason, verið í Atlanta í Georgia í USA, har svimjikapping hevur verið millum USA og europeiskt úrvalslið, og hesa ferð var tað ikki hissini úrslit, sum Pál Joensen megnaði í 800 metra frí kappingini.
Pál var fyrstur á mál, og hann setti norðurlendskt og harvið føroyskt met, og hann setti nógvar av teimum, sum hann eftir øllum at døma fer at kappast við í OL kappingini í London í summar, so rudduliga upp á pláss.
Úrslitið og ikki minst mátin, sum Pál nýtti at røkka úrslitinum, hava í vikuskiftinum vakt ans kring allan heim!
Tíðin hjá Páli Joensen var 7:36.24. Næstfremstur var amerikumaðurin Michael Klueh, sum var meiri enn trý sekund aftan fyri vágbingin. Tíðin hjá amerikumanninum var 7:39.90. Triði bestur var danski Mads Glæsner, sum vann 1500 metra kappingina í Pólandi fyri stórari viku síðani. Tíðin hjá Mads Glæsner var 7:42.27. Amerikanarin Peter Vanderkaay var nummar fýra við tíðini 7:48.48, og Gergo Kis úr Ungarn var nummar fimm við 7:48.77.
Tað vil við øðrum orðum siga, at Pál Joensen var meiri enn seks sekund frammanfyri fremsta danska svimjaran á hesum teininum, sum samstundis var næstbesti europeiski svimjarin á hesum teininum leygardagin.
Tá ið met verða sett, plagar tað at vera soleiðis, at ein ella tveir tíggjundu partar av einum sekundi verða nartlaðir av gamla metinum. Hjá Páli leygardagin í Atlanta í Georgia var tað í einum heilt øðrum stíli. Hann karvaði meiri enn sjey sekund av føroyska metinum í 800 metra frísvimjing. Gamla metið hjá Páli var 7:43.38, og nýggja metið hjá honum er 7:36.24.
Mads Glæsner úr Danmark átti norðurlendska metið. Tað var 7:39.45 og stavaði frá EM kappingini í Istanbul fyri tveimum árum síðani. Mads Glæsner kappaðist í superdrakt, sum teir nevna tað, tá ið hann setti metið. Hesar draktirnar eru nú bannaðar, og tað setur metið hjá Páli Joensen í uppaftur sterkari fokus, at hann megnaði at betra norðurlendska metið við meiri enn trimum sekundum í vanligum svimjibuksum.
Sovorðið úrslit og sovorðið met er óhoyrt, og tað er eisini varpað kring allan svimjiheimin.
Merkisvert er tað, at tað bara eina ferð áður er komið fyri, at ein svimjari hevur megnað betri tíð á 800 metra teininum, enn tíðin hjá Páli var leygardagin. Tá er roknað við kappingum, har svimjararnir hava kappast í vanligum svimjibuksum og ikki í serligu draktunum, sum nú eru bannaðar ella í heildrakt. Sambært Jón Bjarnason, venjara hjá Páli Joensen, so er tað bara australska legendan, Kieren Perkins, sum í vanligum svimjibuksum hevur megnað 800 metra teinin í frísvimjing skjótari enn Pál Joensen!
Um alt verður tikið við – eisini tíðirnar sum eru náddar í fantomdraktum – so megnaði Pál Joensen leygardagin í Atlanta sættu bestu tíðina á 800 metra teininum nakrantíð.
Skoðsmálini
Avrikið hjá Páli Joensen í Duel in the Pool hevur verið umrøtt í fleiri miðlum uttanlands.
Eitt nú skrivar Swimming World Magazine soleiðis:
Faroes’ Pal Joensen put on a show in the men’s distance race for the day, turning in a victorious time of 7:36.24. That performance pushed him to a tie for sixth in the all time rankings with his consistent swim. USA’s Michael Klueh gave Joensen a bit of a run early on in the swim, but faded to second in 7:39.90. He’s been much faster with a ninth-ranked lifetime best of 7:36.47. Denmark’s Mads Glaesner finished third in 7:42.27.
Klueh officially lowered the American record of 7:43.06 set by Jeff Kostoff back in 1983. The fastest American swim is a 7:33.94 from Chad La Tourette, but was not ratified due to a domestic techsuit ban by USA Swimming.
Og danska Politiken greiðir soleiðis frá:
En rekord satte også færingen Pal Joensen, da han med sejren i 800 meter fri i 7.36,24 min. snuppede den nordiske rekord fra Mads Glæsner, der selv blev nummer tre i løbet i 7.42,27 min.
Kun to andre har svømmet hurtigere end Pál Joensen uden brug af de ny forbudte superdragter, og Glæsners bedste tid på 7.39,45 min. fra netop 2009 er nu 'kun' dansk rekord.
Gjørdi ein orduligan vørr
Fyrra partin av 800 metra teininum gekk tað soleiðis, sum tað so ofta hevur gjørt, tá ið Pál hevur verið í altjóða kappingum. Saman við Mads Glæsner og Michael Klueh legði Pál bargdliga fyri. Teir mest sum fylgdust, og so var spurningurin, um tað fór at verða soleiðis, sum tað ofta hevur verið, og tað vil siga, at Pál fór at dragna, sum tíðin leið. Men soleiðis tørnaði tað als ikki út.
Tá ið umleið hálvur teinurin var svomin, hevði Pál hug til so spakuliga at ota seg frá hinum báðum. Hvørgin teirra tóktist megna at fylgja við vágbinginum, og í hátalarunum í høllini í Atlanta hoyrdist ferð eftir ferð, at nú hevði Pál Joensen representing The Faroe Islands orduliga tikið leiðsluna. Hon gjørdist eina longd og síðani tvær longdir, og tá ið Pál kom á mál, vóru teir báðir kappingarneytarnir einar tríggjar ella fýra longdir aftanfyri.
Fremsta plássið bar við sær, at Pál Joensen skavaði fimm stig til Europa, men í samantalda roknistykkinum var tað tó eingin ivi. USA vann kappingina so rudduliga.
Stóra málið hjá Páli Joensen er 1500 metra frí kappingin í OL í London um mánaðarskiftið juli-august. EM kappingin verður í mai mánað.