Heimasíðan hjá fjepparafelagnum hjá NSÍ, guliganz.fo, visti í gjár at siga, at Pól Thorsteinsson hevur longt um sáttmálan. Sjálvt um heimasíðan hjá NSÍ enn ikki hevur tíðindini á síni heimasíðu, so váttar Pól Thorsteinsson fyri Sosialinum, at hann hevur longt um sáttmálan við NSÍ við einum ári. Eftir síðsta kappingarár var ivasamt, hvar Pól fór at halda fram, men nú hevur hann so valt at halda fram í NSÍ.