Tað kendist næstan sum um vit høvdu tikið orðið av Póli Thorsteinssyni, tá vit í blaðnum leygardagin staðfestu einastandandi avrikið hjá honum, sum var, at hann hevði spælt allar teir sekstan landsdystirnar á tamb, sum hann hevði verið við í, síðani hann kom á landsliðið niðri á Malta í apríl 1997.
Tá tað restaði eitt korter leygardagin, og Allan Simonsen valdi at gera fyrstu útskiftingina, hevði kroatiski fjórði dómarin, Zeljko Siric, skiltið við fýra talinum á lofti, og tað merkti, at Pól Thorsteinsson síðsta korterið fyri fyrstu ferð síðani hann kom í landsliðshópin noyddist at hyggja at, meðan liðfelagarnir stríddust fyri at fáa sigursmálið ? og taptu!
Tá Pól Thorsteinsson fór av vøllinum, hevði hann spælt 1514 minuttir á landsliðnum, og tað verður ivaleyst torført at taka metið frá vágbinginum í B36.
Óli drúgvastur
Hagtølini siga okkum, at hann, sum nú hevur verið á landsliðnum flest dystir á rað uttan at verða útskiftur, er Óli Johannesen, ið ? sum vit nevndu leygardagin ? hevði havt eitt einastandandi met, hvat samanhangandi leiktíð á landsliðnum viðvíkur, um hann ikki hevði verið skaddur í San Marino í 1995, og um hann ikki orsaka av próvtøku hevði verið noyddur at geva avboð til útidystin í Estlandi í juni í fjør.
Um Óli ikki hevði verið noyddur at geva avboð til hesar dystirnar, so hevði hann havt spælt 34 dystir upp í slag, ella í alt 3060 minuttir, og hetta hevði havt verið eitt met, sum tað ivaleyst skuldi leitast leingi og víða eftir!
Men hóast Óli ikki var við hesar báðu ferðirnar, so er hann nú tann spælarin, sum hevur verið drúgvastur á landsliðnum. Eftir avboðið í Estlandi í altjóða skrásetta landsdysti nummar 52, hevur Óli verið við allar 90 minuttirnar í øllum teimum níggju dystunum, sum síðani eru spældir. Tað vil við øðrum orðum siga, at hann hevur spælt 810 minuttir upp í slag, og soleiðis sum hann hevur spælt hesa síðstu tíðina, so er eingin møguleiki fyri, at hann nakrantíð fer at verða útskiftur.
Hóttanin
Vandarnir fyri at Óli Johannesen kann verða útskiftur eru skaðarnir, sum tað ikki ber til at verja seg øðrvísi ímóti enn at vera í góðari venjing, og tað er Óli Johannesen, og so leikbannini. Í landskappingini heima á landi vístu dómararnir ofta Óla Johannesen gula kortið og onkuntíð tað reyða, og hann var tískil ofta leikbannaður, men tað er merkisvert, at higartil hevur Óli ongantíð verið leikbannaður á landsliðnum.
Vit eru ikki heilt vísir í, at skrásetingarnar hjá okkum, hvat gulum kortum á landsliðnum viðvíkur, eru heilt nágreiniligar, men tað, sum vit hava skrásett, er, at Óli Johannesen hevur fingið fimm gul kort í 41 landsdystum. Eitt var í venjingardystinum í Íslandi 27. juli 1997, og tað hevði sjálvandi einki leikbann við sær. Hitt fyrsta var í 3?0 tapinum á heimavølli móti Kekkoslovaki 16. juni í 1993. Óli fekk einki annað kort í tí HM undankappingini, og tískil slapp hann undan leikbanni. Tað næsta kom í 3?0 tapinum á útivølli móti Slovakia 23. oktober 1996. Hetta var síðsti dystur í HM undankappingini, og tí var ongantíð vandi fyri leikbanni í tí kappingini.
Og so var tað EM undankappingini, sum verður liðug í heyst, og sum Óli Johannesen longu hevur fingið tvey gul kort í, uttan at hetta hevur havt leikbann við sær, tí dómarin úr Luksemburg var so óneyvur, at hann skrásetti nummar tvey hjá Litava fyri kortið. Um dómarin hevði gjørt, sum hann átti, so hevði kortið, sum Óli fekk á heimavølli móti Bosnia 9. juni havt við sær, at hann hevði verið leikbannaður leygardagin móti Estlandi.
Tað var hann ikki, og harvið ber tað framvegis til staðar hjá Óla Johannesen at taka metið hjá Póli Thorsteinssyni, sum er at spæla 1514 landsdystarminuttir upp í slag.