Pál Joensen skal í dag svimja í 4x200 frí stafett. Tað eru ikki tær stóru vónirnar til at koma í finaluna, men møguleikin er har.
Tað var við reyvuni í vatnskorpuni, at danska svimjilandsliðið megnaði at vinna sær eitt pláss í OL. Tá teir tríggir, Mads Glæsner, Daniel Skaaning og Anders Lie vóru komnir á mál, manglaði nógv í at røkka kvalifikatiónstíðini í Danish Open í mars mánaði í ár.
Eitt megnar avrik frá Páli Joensen gjørdi tó, at samlaða tíðin akkurát var undir kravtíðina til OL. Pál Joensen, Mads Glæsner, Daniel Skaaning og Anders Lie svimja klokkan 11.17.