Pól Jóhannus á beinkinum

Í kvøld klokkan 17.30 verður møguleiki at fylgja við, hvussu tað fer at roynast hjá AaB, sum Pól Jóhannus Justinussen er á lønarlistanum hjá.

Talan er um jyska uppgerð í Aalborg, har FC Midtjylland vitjar.

Pól Jóhannus Justinussen hevur fingið dystarboð, men hann roknar ikki við, at hann verður millum teir fyrstu ellivu.

Tað hevur annars ikki gingið nakað serligt hjá AaB seinastu vikurnar. Liðið hevur ikki vunnið síðani 11. mars. Burtur úr trimum teimum seinastu dystunum hava teir bara fingið eitt stig.

Dysturin í kvøld verður at síggja á TV2Sport.