Pól Jóhannus stóð seg væl

Føroyski landsliðsspælarin, Pól Jóhannus Justinussen, spældi allan dystin, tá eykaliðið hjá AaB í venjingardysti í gjár vann 2-0 á 1. deildarliðnum FC Hjørring.
Heimasíðan hjá AaB letur væl at avrikinum hjá Pól Jóhannusi og skrivar í end­anum á dystarfrágreiðingini, at Pól Jóhannus »efterlod et fint ind­tryk«
Hann venur í hesum døgum við danska superligufelagnum, AaB. Hetta síðsta kappingarárið hevur hann saman við Christian Restorff Mouritsen og Jónas Þór Næs spælt við ís­lendska Vali, men sum skilst, er fel­agið komið í fíggjarligt óføri.