Pál Joensen hevur nú hálað seg uppaftur longri inn á heimselituna í svimjing. Pál vann bronsu í 1500 metra frísvimjingini í Canet en Roussilion.
Men tíðirnar á Mare Nostrum svimjistevnunum hava yvirhøvur verið slakari enn tá ið tey sluppu at svimja við sokallaðu superdraktunum í fjør. Men fyri okkum í Føroyum er tað gleðiligt, at Pál faktiskt liggur betri fyri í kappingini við allarbestu svimjarum í heiminum, enn tá ið teir í fjør svumu í hesum superdraktum.
Pál hevur nú staðfest heimsstøði, sum verður váttað til dømis av størsta svimjiblaði í heiminum, SwimmingWorld Magazine, tá ið tey eftir teir 1500 í Barcelona í síðstu viku skrivaðu: ?Pal Joensen of the Faroe Islands, who has continued to find a cult following online after reaching world-class status from such a small country, took fourth in 15:24.28.?
Nú er Pál komin heim at venja eina tíð, áðrenn hann tann 3. juli skal luttaka á ?The Great London Swim?, ið er ein 1 míl lang havsvimjing við Royal Victoria Dock í London.
Hetta er ein túrur har arrangørarnir betala fyri ferðing og uppihaldi og øllum hjá Páli, afturfyri at hann vil kappast ímóti heimsins bestu havsvimjarum. Ein staðfesting av støðu hansara sum ein, ið er verdur at satsa uppá.