Pól Johannus heldur fram á Toftum

Pól Jóhannus Justinssen verður eisini komandi ár, at síggja í reyða B68 búnanum. Tað skrivar heimasíðan hjá B68.

 

- Nú hava 14 leikarar sáttmála við B68 fyri 2010, og tað er nevndin hjá B68 sjálvandi sera fegin um, verður sagt á heimasíðuni hjá B68.

 

Pól Jóhannus Justinussen kom til B68 eftir summarsteðgin í fjør og hevur verið fastur maður í miðverjuni hjá B68 síðani. Pól Jóhannus, sum hevði sín fótbóltsliga uppvøkstur í NSÍ, spælir eisini á U21 landsliðnum.