Pál minni at hugsa um

– Nýggja OL-loysnin ger tað lættari hjá Páli, tí nú sleppur hann undan at skula hugsa um avleiðingarnar av einum skifti, ið frammanundan merkti, at hann misti eitt heilt ár við kappingum, sigur Jón Bjarnason, venjari hjá Páli Joensen

Svimjing: Eins væl og EM og HM, er OL óivað ein av størstu málunum hjá okkara fremsta svimjara, tí 19 ára gamla Páli Joensen, men tað hevur ikki verið so lætt at farið eftir hesum málinum, tí ein stór forðing hevur staðið fyri, sum er karantenan, ið vildi gjørt, at Pál hevði verið noyddur at skrætt eitt heilt ár úr álmanakkanum, skuldi hann skift millum føroyska og danska svimjilandsliðið.
– Nýggja OL-loysnin ger tað lættari hjá Páli, tí nú sleppur hann undan at skula hugsa um avleiðingarnar av einum skifti, ið frammanundan merkti, at hann misti eitt heilt ár við kappingum, sigur Jón Bjarnason, venjari hjá Páli Joensen.
– Nú skal hann bara hugsa um sína egnu svimjing, og tá eitt hálvt ár er eftir til OL, kann hann finna útav, hvat hann vil. Tað snýr seg um at vera nummar eitt ella tvey í danska kongaríkinum, samstundis sum hann sjálvandi skal vera undir kravtíðini til OL. Longu nú er hann undir hesi tíðini, so tað skuldi ikki verið nøkur forðing.

Má fyrst sleppa við
Skuldi tað hent, at Pál Joensen vildi farið til OL í London sum svimjari fyri Danmark, hevði hann helst verið ein av tveimum – og hin hevði so verið 21 ára gamli danski svimjarin, Mads Glæsner, sum Pál fleiri ferðir hevur kappast ímóti!
– Skal tað henda, so er tað sjálvandi eisini ein spurningur, um danskarar vilja hava Pál við á sítt landslið til eitt OL. Tá hann í síni tíð var við í kappingini um danska meistaraheitið og tók sjey donsk juniormet, vóru tað ið hvussu er ikki øll har niðri, ið vóru líka fegin, sigur Jón Bjarnason.
Við til ta søguna hoyrir eisini, at hesi sjey metini í fyrsta umfarið blivu skrásett sum donsk met, men at trýst frá ymsum síðum gjørdi, at tey síðani eru strikað, so Mads Glæsner framvegis eigur tey gomlu juniormetini. Eingin av donsku svimjarunum, ið ætlaðust at taka metini hjá Glæsner, kláraði tað sum juniorur, og nú eru teir allir seniorar.