Pál sær seg sum Leicester

Um talan verður um OL gull, so verður neyðugt við turboskeiði í danska tjóðsanginum

Tað verður talt niður, inntil Pál Vitalis Joensen klokkan gott seks í kvøld kavar í olympiska hylin í Rio, har hann fer at kappast í innleiðandi riðli um at sleppa í finaluna í 1500 metra frísvimjing.

 

Eisini í donskum sjónvarpi verður gjørt burturúr Pál V. Joensen og fleiri av hinum stóru donsku stjørnunum. Pál V. Joensen sigur seg ikki rokna við møguleikanum at vinna kappingina:

-Um eg vinni, so verður tað eins óvæntað, sum tað var, tá ið Leicester vann meistaraheitið í Onglandi, sigur Pál V. Joensen.

Og hvussu verður tað so, um tú vinnur, og danski tjóðsangurin verður spældur?

-So verður neyðugt hjá mær at læra danska tjóðsangin, og tá verður talan um turboskeið, sigur Pál V. Joensen í samrøðuni, sum tað ber til at síggja her

http://www.dr.dk/sporten/ol/rio2016/lige-ved-og-naesten/video-petra-moeder-pal-joensen#!/