Pál setur sær nýggj mál

Føroyska heimsstjørnan ætlar sær síðsta fetið upp í heiðursmerkjastigan, eftir at hann leygardagin í nýggjari útgávu framdi avrik, sum bara kann sammetast við tey bestu, ið hann sjálvur áður hevur avrikað

Jóannes Hansen
----
Leygardagin leikaði ódnin, og tað stóð um húsbrot kring landið. Hetta fekk rímuligt rúm í útlendskum fjølmiðlum. Samstundis varð eisini størsta ítróttarnavnið nakrantíð í Føroyum umrøtt í ítróttarheiminum, og tað var ikki av ongum.
1500 metra teinurin er at rokna sum maratonkappingin í svimjing. Tilmeldingartíðin hjá Páli Joensen í EM kappingini í Boxen í Herning var tann fjórði besta. Avrikið á 400 metra teininum tveir dagar frammanundan bendi ikki á, at talan fór at verða um framúr avrik á longra teininum. Men tá ið mest um galt, staðfesti Pál Joensen, at hann í løtuni er næstbestur í Europa á maratonteininum.
Føroyingar allir fegnast sjálvandi um avrikið, sum eigur pláss millum tey størstu í føroysku ítróttarsøguni. Kanska kendist hetta sum tað størsta yvirhøvur, tí tað heima á landi, meðan ódnin leikaði uttanfyri, bar til at fylgja við og at taka á við Páli. Sjónvarpsmyndin vísti, at danir í Boxen – bæði áskoðararnir og svimjararnir – fegnaðust saman við Páli og føroysku leguni.
Í donsku miðlunum varð staðfest, at avrikið á mannfólkasíðuni hjá dønum í EM kappingini var vónbrot. Ljóspunktið var føroyski Pál Joensen, sum umboðaði Danmark á olympisku leikunum í London í fjør, og sum venur saman við bestu svimjarunum í Danmark og undir leiðslu av Shannom Rolandson úr Australia, sum er danskur landsliðsvenjari.
-Eg takki dønum fyri, at tað ber mær til at venja saman við bestu donsku svimjarunum. Men tað er eingin ivi um, at silvurkrónan er vunnin fyri Føroyar, sum eg umboði, staðfesti Pál Joensen í danska sjónvarpinum, tá ið sjónliga prógvið um, at hann í løtuni er tann næstbesti í Europa, var komið um hálsin at hanga.

Gyltu avrikini
At tað kann setast spurnartekin við, um nú hetta var størsta og besta føroyska ítróttaravrikið nakrantíð ella ikki, er tað bara ein orsøk til. Hon er, at Pál Joensen undanfarnu árini hevur megnað onnur avrik, sum hava vakt ans í øllum svimjiheiminum. Kanska hava føroyingar ikki gáað eins nógv um tað, sum tað varð fegnast um avrikið leygardagin. Men tað er altso ein veruleiki, at Pál Joensen eisini undanfarnu árini hevur staðið seg framúr væl í kappingum í 1500 metra frísvimjing:
Í 2010 vann hann silvur í EM á langgeil í Budapest. Ta ferðina var hann greitt á odda, inntil tað restaðu 300 metrar, og tá kendist tað sum um, at hann í evstu løtu misti gullkrónuna.
Í 2011 endaði hann á fjórða plássi í HM á langgeil í Shanghai, og í fjør vann hann bronsu á stuttgeil í EM, sum ta ferðina var í Istanbul. Seinni vísti tað, at danski Mads Glæsner, sum var fyrstur á mál í tí kappingini, ikki hevði reint mjøl í posanum. Hann varð kolldømdur fyri at hava verið dopaður, og bronsukrónan hjá Páli varð býtt um við silvurkrónuna.

Droymir um gullið
Pál Joensen er fegin um, at tað hesa ferð eydnaðist at vinna silvurkrónuna í EM kappingini, men hann fjalir ikki, at ætlanin er at taka síðsta fetið upp á tindin, og at hann er eitt sindur vónsvikin av sær sjálvum, at hann ikki megnaði at vinna kappingina í Herning.
Tað boðar frá sjálvsálitinum, sum skal til, og at Pál heldur, at tað býr meiri í honum enn silvurkrónan:
-Eg hevði sett mær fyri, at tað hesa ferð skuldi eydnast at koma á pallin, og tá ið tað eydnaðist, so eri eg sjálvandi fegin um tað. Men eg eri eitt sindur vónsvikin av, at tað ikki eydnaðist at halda tørn um leiðsluna, sum eg hevði vunnið mær, tá ið tveir triðingar av teininum vóru lagdir afturum. Síðsti triðingurin var ikki heilt optimalur. Tað fari eg nú at eftirmeta saman við venjaranum. Sjálvur haldi eg, at avrikið á hesum teininum var eyðkent av strongd, sigur Pál Joensen.
Hvussu nøgdur ert tú, vildi Kaj Joensen, sum var í Herning vegna portal.fo og Svimjisambandið hava at vita, og Pál svaraði:
-Fýra av fimm!
Tað vil siga, at føroyska heimsstjørnan heldur, at tað ber honum til at leggja 25 prosent oman á avrikið:
-Nú havi eg vunnið bronsu og silvur, og eg droymi um at vinna gull í stóru kappingunum. OL í London í fjør var vónbrot. Tað lærdi eg av, og tað er farið. Nú er OL í Rio fyri framman, og tí arbeiði eg fram ímóti, sigur Pál Joensen.
Hann veit, hvat hann tosar um, og hvat fyri íløgu, tað er neyðugt at gera, um hugsningur skal vera um at røkka stóra málinum.

Pál er nógv búnaður
Millum føroysku áskoðararnar í Herning leygardagin var Jon Hestoy, formaður í Svimjisambandi Føroya. Gamli meistarasvimjarin er ógvuliga fegin um avrikið, sum hann sær stórar møguleikar í:
-Hetta var Pál Joensen í nýggjari útgávu. Áður hevur hann verið bundin at frammanundan løgdum taktikki, sum ikki altíð hevur víst seg at hava verið tann rætti. Hesa ferð var øðrvísi. Pál Joensen vísti, at hann alla tíðina hevði fingurin á pulsinum. Harvið meini eg, at hann megnaði væl at laga sítt avrik eftir, hvussu kappingin tørnaði út. Tað haldi eg vera ein kvalitet ella eina styrki, sum hann ikki áður hevur víst. Hetta ber boð um, at hann hevur yvirskot og sjálvsálit, og tað er gott grundstøði at arbeiða víðari út frá, heldur Jon Hestoy.
Tað vil siga, at tú heldur tað vera veruleikanært, tá ið Pál sigur, at hann ætlar sær at vinna gull í stórari altjóða kapping?
-Heilt víst. 10. desember fylti hann 23 ár. Hann lesur á CBS í Keypmannahavn. Tað er fyrst og fremst upp til Pál sjálvan at gera av, hvussu langt hann skal røkka. Eingin veit betri enn hann, hvussu nógv skal leggjast fyri, um møguleiki skal vera fyri at røkka upp á tindin. Higartil hevur hann verið sinnaður at gera íløguna, og hann hevur tíggju ár eftir sum toppsvimjari, um hann framvegis er sinnaður at raðfesta svimjingina soleiðis, sum hann hevur gjørt, sigur Jon Hestoy, sum heldur, at Pál og vit onnur í hesum førinum eiga at fegnast um silvurkrónuna heldur enn at iðra okkum um, at tað ikki eydnaðist at røkka gullinum.

Niðri á jørðini
Í dag er Pál Joensen aftur í Keypmannahavn. Lukkuynski streyma til hansara alla staðni frá. Sær sjálvum líkur er hann eyðmjúkur og lítillátin:
-Eg eri sera rørdur av reaktiónunum, eg fái frá mínum landsmonnum, og eg vil takka stórliga fyri tykkara stuðul. Ein serlig tøkk til tey, sum stuðla mær dagliga: venjarar, liðfelagar, Svimjisambandið, sponsorar, vinir, familja og ikki minst Malan – eg hevði ikki rokkið hesum uttan tykkum, sigur Pál Joensen, sum leygardagin 14. desember í EM kappingini í Boxen í Herning vann silvur á 1500 metra teininum í frísvimjing.

OBS!! Í kassar
Rodnaði av sær sjálvum
Tað vakti ans, tá ið svimjihettan so við og við gleið alt longri niður í pannuna, meðan Pál stríddist fyri at halda tørn um leiðsluna leygardagin. At enda smoygdi hann hettuna av sær.
Spurningurin er so, um hetta órógvaði so mikið, at tað hevði ávirkan á úrslitið:
-Eg eri flovur av mær sjálvum. Hetta eigur ikki at koma fyri, og hetta er amatøraktigt, men hetta er ikki fyrstu ferð. Eg helt, at hettan sat, sum hon átti at gera, men kanska havi eg verið í so ógvusligur í sambandi við vendingarnar. Møguliga ávirkaði hetta eitt sindur samlaða avrikið, men ikki so mikið, at tað var avgerandi fyri, um eg vann gull ella silvur, segði Pál Joensen.
Jón Bjarnason og Pál Joensen hava arbeitt saman í nógv ár, og undir EM kappingini hevði Jón aftur ábyrgdina. Borgarstjórin í Vági, Dennis Holm, hevur sjálvandi fingurin á pulsinum. Hann sigur soleiðis um leiklutin hjá Jón Bjarnason:
-Uttan undangongufólk vinnur eingin fram á leið. Er tað nakar, sum eigur part í, at Pál Joensen vann silvur á 1500 metra frí teininum, so er tað Jón Bjarnason. Tykur hava gingið undan í menningini av føroyskari svimjing.
Jón Bjarnason heldur, at tað er møguleiki fyri, at trupulleikin við hettuni ávirkaði samlaða úrslitið:
-Tað síggja vit á splitttíðunum. Tá ið hann hevði mist tað eina takið, tí hann tók hettuna av, fóru tíðirnar væl upp um 29 sekund. Tað var tungt at fáa tær niður aftur, og tað ávirkaði. Tað svarar til, at ein, sum rennur 10 túsund metrar, verður órógvaður, tá ið ferðin er komin upp á tað hægsta. Tað sigur seg sjálvt, at um hann tá missir eitt sindur, so er ómøguligt at fáa ferðina upp aftur á sama stað, sum hon var frammanundan, og soleiðis var tað hjá Pál Joensen, tá ið hann í eina løtu noyddist at brúka tíð og fokus upp á hettuna, sigur Jón Bjarnason.

1500 metra frísvimjing í EM Herning leygardagin 14. desember 2013
Gergely Gyurta, Ungarn, 14:30.26
Pál Joensen, Føroyar, 14:35.99
Gabriele Detti, Italia, 14:36.43


Vágbingar fagnaðu bygdarsoninum

Tað var stórt jólaborðhald í Vági leygarkvøldið. Onkra staðni millum 350 og 400 fólk vórðu savnað í Vágshøll. Tey møttu fáar tímar eftir, at tey øll høvdu sitið frammanfyri sjónvarpini og tikið á við vágbinginum Pál Joensen, sum í Herning stríddist ímóti teimum bestu í Europa á longsta svimjiteininum, og sum endaði við at vinna silvur.
Rímuligt varð nógv tosað og fegnast um avrikið hjá Páli í Vági. Har heiðraði fjøldin stoltleika bygdarinnar við at reisa seg og í ein minutt við lógvabresti at fegnast um framúr avrikið. Og so varð sangur sungin til heiðurs fyri Pál, sum bygdaskaldið Niels Petur Nolsøe áður hevur yrkt til heiðurs fyri Pál Joensen.