Landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur valt nýtt arbeiðsumhvørvisráð.
Við heimild í arbeiðsumhvørvislógini velur landsstýrismaðurin eitt arbeiðsumhvørvisráð. Ráðið er sett saman við 2 limum umboðandi arbeiðsgevarafeløgini, 2 limum umboðandi arbeiðstakarafeløgini, 1 limi umboðandi landið og kommunufeløgini og 1 limi umboðandi starvsfólkini hjá landinum og kommununum.
Harumframt tilnevnir landsstýrismaðurin formann eftir tilmæli frá omanfyri nevndu umboðum.
Limirnir í ráðnum eru:
Formaður: Pál Weihe, yvirlækni og professari, Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu.
Umboð fyri arbeiðsgevarafeløgini: Frimodt Rasmussen, stjóri á Klaksvíkar Sleipistøð, og Esther Dahl,
ráðgevi hjá Vinnuhúsinum.
Umboð fyri arbeiðstakarafeløgini: Jóhan Carl Dam, nevndarlimur í Havnar Arbeiðarafelag, og Dánial
Pauli Djurhuus, formaður í Landsfelag Handverkaranna.
Umboð fyri landið og kommunufelagið: Marin á Brúnni, fulltrúi hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.
Umboð fyri starvsfólkini hjá landinum og kommununum: Annika Hoydal, Ljósmøðrafelag Føroya.
Ráðið skal ráðgeva landsstýrinum í spurningum innan arbeiðsumhvørvi. Endamálið er at geva arbeiðsmarknaðinum høvi til at ávirka tey tiltøk, sum skulu gerast fyri at fáa eitt heilsugott og trygt arbeiðsumhvørvi.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið er skrivstova hjá ráðnum.