Pól Thorsteinsson er skaddur

Í B36 rokna teir dystirnir ímóti botnliÝunum vera góÝar møguleikar at lyfta seg aftur móti toppinum

1-1 í Vági verÝur hildiÝ ikki at vera so galiÝ. Men í B36 ásanna teir, at taÝ kostar nógv bara at fáa javnleik. Úrtøkan hevur ikki veriÝ nakaÝ at reypa av nógvu tær seinastu ferÝirnar. B36 hevur ikki vunniÝ, síÝani teir í triÝja umfarinum, sum var á skránni 16. mai, vunnu 3-0 í Gøtu.
TaÝ eru tvey umfør eftir undan summarsteÝginum. Um støÝutalvan verÝur nýtt sum barometur, so áttu møguleikarnir at veriÝ góÝir fyri at fingiÝ fult báÝu ferÝirnar. Í morgin skal ÍF vitja í Gundadali. Teir eru næstaftastir. Næsta sunnudag skal B36 vitja á SvangaskarÝi. B68 er niÝast.

Fyritreytirnar hjá B36 versnaÝu eitt sindur í Vági. Tá noyddist Pól Thorsteinsson at taka seg av vøllinum. Hann hevur trupulleikar viÝ lærkrikanum. Pól hevur ikki vant í vikuni, hann verÝur ikki viÝ í morgin, og taÝ er ivasamt, um hann verÝur viÝ aftur hesu megin summarsteÝgin. Klæmint Matras, sum hevur veriÝ skaddur, kom á vøllin í Vági fyri Pól. BurtursæÝ frá Pól eru allir hinir í B36 tøkir.

Bartal og Rúni viÝ aftur
Hjá ÍF er taÝ eitt sindur ivasamt, um BárÝur á Lakjuni verÝur førur fyri at spæla. Møguliga skuldi hann venja í gjárkvøldiÝ. Hann hevur annars ikki vant í hesi vikuni. Bartal Eliasen og Rúni Elttør vóru leikbannaÝir, tá iÝ ÍF síÝsta sunnudag spældi ímóti B68. Teir eru báÝir tøkir aftur.
ÍF hevur bara vunniÝ eina ferÝ í ár. TaÝ var í øÝrum umfari, tá iÝ teir vunnu 4-2 á NSÍ. Eftir javnleikin ímóti B68 varÝ ásannaÝ, at taÝ var neyÝugt at spæla meiri og sparka minni. Í morgin fæst at síggja, um SigfríÝur Clementsen hevur megnaÝ at fingiÝ sítt liÝ at minnast til hetta, tá iÝ hann fer í Gundadal at spæla ímóti B36, sum hann hevur nógv góÝ minni frá.