Málið undan kappingini var at renna 180 km, so tað náddi hann.
Hetta skrivar Treysti á heimasíðu síni.
- Eg hevði tað sera hart í gjár, tí tað var so heitt, so tað bleiv ein kampur at koma ígjøgnum fyrra partin av kappingini. Út á kvøldið bleiv nakað kaldari, so tað bleiv betri, men tann nógvi hitin hevði tikið nógva orku frá mær. Eg eri ómetaliga glaður og stoltur, nú eg havi gjøgnumført hetta málið, sum et setti mær fyri, sigur Pól Sundskarð.
Nú aftaná 24 tíma renningina fer Pól til Esbjerg at slappa av í nakrar dagar, og verður hann aftur í Klaksvík hósdagin.