Pál Weihe: – Vit eiga at gera kanningar við landamarkið

– Um mann finnur 80 prosent av øllum, so er nógv vunnið, sigur Pál Weihe, yvirlækni, um sína áheitan at taka royndir við landamarkið

Pál Weihe, yvirlækni, heldur tað vera eitt gott hugskot at taka korona-royndir við landamarkið. Tað sigur hann við in.fo nú í sambandi við, at landsstýrið hevur gjørt av at strika kravið um sóttarhald í 14 dagar aftaná 15. juni.

– Um vit lata upp og broyta sóttarhaldið, so haldi eg, tað er týdningarmikið at bjóða øllum, sum koma til landið, at blíva podað. Mín áheitan er, at vit gera tað fyrsta dagin og sætta dagin, sigur Pál Weihe.

– Tað er lætt at gera tað, tí tað tekur onga tíð. Tað er ódýrt og ómakaleyst. Um mann so finnur onkran, sum er positivur við COVID-19, so fær viðkomandi boð um tað og fer í sóttarhald, sigur hann.

Annars hevur argumentið higartil verið, at tað er ein falskur tryggleiki. Tað er Pál Weihe væl vitandi um, men hann heldur, at hetta er betri enn onki.

– Tað er ein falskur tryggleiki á tann hátt, at ein partur av teimum kannaðu eru falskt negativ. Men um mann tekur royndir fyrsta og sætta dag, so kann mann fáa umleið 80 prosent av øllum. Og um mann finnur 80 prosent av øllum, so er nógv vunnið, sigur hann.

Samstundis er ein onnur óvissa, at mann ikki kann áleggja fólki at poda seg.

– Eg veit gott, at øll ikki fara at taka av tilboðnum. Men um ein stórur partur fer at taka av, so er ein stórur tryggleiki í tí, tá tær stóru mongdirnar av fólki fara at koma inn í landið, sigur Pál Weihe.

Í sambandi við broyttu leiðreglurnar fyri sóttarhaldi segði løgmaður í dag, at nýggjar leiðreglur verða settar í verk, men at hesar ikki eru klárar enn.

– Nú vita vit ikki, hvussu strikað tað er. Tað ljóðaði sum, at tað verður ein mildari formur, men vit vita ikki, hvussu tað verður. Tað verður strikað í núverandi forminum, men fyri mær er tað ikki púra greitt enn, hvat kemur í staðin fyri. Tað stendur ikki í smálutum, hvussu tað fer at vera, sigur Pál Weihe og vísir á, at í Norra er tað skipað soleiðis, at mann ikki skal vera í stórum mannamúgvum, men væl kann fara til handils.

Skilagott at festivalar verða avlýstir

Pál Weihe heldur tað vera gott, at avgerð er tikin um at mæla festivalum til at avlýsa í juli og august. Hetta hevur verið hansara áheitan frá fyrsta degi.

– Tað er so trupult at hava skil á smittuni, um onkur verður smittaður á festivalum. Við mannamúgvum upp til 100 fólk ber tað til at hava tamarhald á. Men tað ber ikki til á sama hátt á festivalum, sigur Pál Weihe.