Pílarnir hjá Bakkafrost peika beint uppeftir

Virðið á partabrøvunum í felagnum er vaksið 50 prosent seinastu tríggjar mánaðirnar.

Partabrævagreinarar vænta, at 2018 fer eisini at gerast eitt sera gott ár hjá teimum, sum eiga partabrøv í laksavinnuni.

 

Nógv høvdu væntað, at prísurin á laksi fór at minka nakað í ár, men higartil sær tað ikki soleiðis út. Prísurin á laksi higartil í ár er yvir tvær krónur hægri enn sama tíðarskeið í fjør, siga norskir greinarar.

 

Eftirspurningurin eftir laksi í stórum marknaðum sum USA, Asia og Russlandi bara veksur og syrgir fyri, at prísurin heldur sær á einum høgum støði, hóast útboðið av laksi eisini er voksið. Nýtslan av laksi í USA og Asia er voksin við 13 prosentum og í Russlandi við heili 60 prosentum.

 

Hetta sæst eisini aftur í virðinum hjá Bakkafrost, sum seinastu tríggjar mánaðirnar er voksið úr 305,80 norskum krónum upp í 457,60 norskar krónur í verandi løtu. Tað er ein vøkstur upp á 49 prosent.

 

Marine Harvest, sum eisini er virkið í Føroyum, er voksið úr 130 norskum krónum mitt í januar til 169,95 norskar krónur í dag, tað er 31 prosent hægri.

 

So seint sum í morgun hava greinarar í Noregi broytt sínar metingar um laksaprísin. Væntað var, at prísurin fór at liggja beint undir 42 krónum í ár, men nú vænta greinarar, at hann fer at liggja um 45 krónur. 

 

Eitt sindur av óvissu er nú á partabrævamarknaðinum viðvíkjandi laksafyritøkunum, tí at nú arbeiða bæði føroyska og norska stjórnin við at áleggja laksavinnuni eitt nýtslugjald fyri firðirnar. Ivasamt er, hvussu slík lógaruppskot kunnu hugsast at ávirka partabrævavirðið hjá laksafyritøkunum.