<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$
Páll á Dul varð føddur í Havn 25. apríl 1916. Foreldrini vóru Agnas og Jógvan Jensen. Hann vaks upp saman við átta øðrum systkjum.
Í 1933 kom Páll til Klaksvíkar at arbeiða á posthúsinum. Eitt ár seinni fór hann í starv hjá J. F. Kjølbro. Hevur helst verið har í góð tvey ár og fór síðani aftur til Havnar, har hann tók studentsprógv í 1939.
Leiðin lá síðani til Keypmannahavnar, fyri at fáa sær hægri útbúgving. Hann tók handilsskúlaprógv í 1939 og í 1948 leyk hann prógv í løgfrøði.
Í 1941 giftust hann og Alexandra (fødd Isaksen) dóttir Sáru og Jens Clæmint Isaksen. Tey vórðu so í Danmark øll krígsárini.
Trý eru børnini. Sára, sum giftist við Sverra Hentze av Sandi, búgva í Danmark. Agnar er giftur við Evy (fødd Christensen) ættað úr Danmark búgva í Klaksvík. Marita, gift við Jón Nystrøm úr Klaksvík, og búsett í Danmark.
Spennandi fyritøka
Um ta tíðina, Páll tók prógv í løgfrøði, var J. F. Kjølbro á veg móti vinnuliga tindinum, og felagið sum vaks til nógv størstu og víðfevndu fyritøkuna í Føroyum nakrantíð, gjørdist tí eitt av mest spennandi arbeiðsplássum í Norðurlondum. Hann kom í fyritøkuna í 1949 sum prokuristur, eftir at Poul Als, sum tá hevði verið stjóri í eini tíggju ár, fór aftur til Danmarkar. Páll var har til 1966. Soleiðs gjørdist hesin gávuríki havnarmaðurin klaksvíkingur.
Lat vera sagt, at Páll varð ein fongur fyri Klaksvík meir enn á ein hátt. Eg kundi tí hugsa mær at nomið við onkrar tættir av mongu virðunum, sum eyðkendu Páll.
Góður vegleiðari
Hann hevði djúp árin á okkum sum børn, við hansara serstøku evnum sum sunnudagsskúlalærari. Hansara trúfesti, lætta lyndi og góðu frásagn-arevni, settu seg føst í okkum. Hann var við til at geva okkum, sum tá vuksu upp, eina góða barlast fyri lívið.
Seinni kom eg í læru á skrivstovuni hjá Kjølbro, har Páll eitt nú var starvsfólkaleiðari. Her vísti hann aftur arbeiðssemi, vildi hava mál avgreidd, var trúfastur, prinsipfastur og møtti upp til tíðina og tá nakað var áfatt.
Tók lut
Í 1971 varð hann valdur í býráðið á uttanflokkalista, og varð valdur til borgarstjóra. Fyri okkum yngru sum tá vóru innvaldir, Kára Kjelnæs, Olvheðin Jacobsen og meg, vóru Páll, Trygvi Laksáfoss, Hans Andreas Jacobsen (Hansy) og Asbjørn Joensen góðir garvaðir lærumeistarar.
Páll var greiður og altíð hampuligur í orðaskiftum og hann greiddi málini væl við tí holla praktiska og teoretiska førningi, hann hevði við sær.
Umframt at sita í býráðnum, var hann stjóri á nýstovnaðu løngjalds-stovuni. Í 1974 var hann valdur inn á Fólkaflokslistanum, men stillaði síðani ikki uppaftur valið eftir.
Hevur verið sosialur
Í samkomuni í Betesda hevur Páll verið hollur verkamaður, bæði at bera orðið fram og sum tolkur bæði frá enskum og týskum.
Ja, og hvør minnist ikki eisini hansara mongu skemtiligu veitslutalur.
Heimið hjá Alexandru og Páll hevur altíð staðið opið fyri fremmandum, og tá trúboðarar so mangan vitjaðu í Betesda, stóð heimið hjá hesum fyrimyndarliga pari altíð opið.
Ein táttin afturat fari eg í stuttum at nema við, tað er ta vitjunartænastu hann í so mong ár trúliga ynti, har hann vitjaði gomul og veik, hevði eitt orð, ein sang og bøn við teimum og soleiðis gleddi tey. Her vóru brøðurnir Karl og Álvur Josephsen hjálpsamir við bilflutningi.
Góði Páll, her verður ikki pláss fyri meira í hesum umfari, men fari bert at ynskja tær hjartaliga tillukku við teimum níti árunum, og at Harrin má signa teg og tíni, nú hesi seinnu árini hjá tær gjørdust so tunglig á røktarheiminum.
Eg fari tí persónliga takka tær fyri ta fyrimynd tú var fyri meg og okkum ungu sum vuksu upp, tey árini tú var yngri, frískur, lættur og ferðugur og ongantíð spardi teg.
Jógvan við Keldu