Páll á Dul farin

Fríggjakvøldið 29. september andaðist Páll á Dul, Klaksvík, 90 ára gamal.

Seinastu árini hevur heilsan bilað honum, men nú hann hevur lagt frá landi til sína seinastu ferð, koma nógvir tankar og nógv minni fram fyri ein. Páll var ein heilt serligur persónur. Hóast lítil av vøkstri fylti hann nógv í sínum umhvørvi.
Hann varð føddur 25. apríl 1916 í Konradsbrekku í Havn. Foreldrini, Agnas hjá Konrad og Jógvan Jensen á Dul av Strondum, vóru flutt inn í húsini hjá Konrad. Tey fingu 9 børn, og var Páll nummar 6 í raðfylgjuni. Hesi 9 syskini, sum at byrja við øll itu Jensen, vóru: Dánjal, Signhild (g.Wolles), Hanna (g. Sundstein), Jógvan, Jákup, Páll, Grímur, Bjørga (g. Copland) og Mia (g. í Skorini). Tann elsti, Dánjal, varð føddur í 1906 og tann yngsta, Mia, varð fødd í 1922.
Men so kom sorgin til hetta hús. Í 1923 doyði húsfaðirin Jógvan. Agnas sat eftir við 9 faðirleysum børnum, tann elsti var 17 ár og tann yngsta 1 ára gomul. Tá var eingin almannaforsorg av nøkrum slag. Tað ráddi um at lívbjarga sær við arbeiðssemi og samanhaldi millum móðir og øll børnini, og ikki minst við trúðaráliti á Hann, sum hevði givið lyftið: Faðir faðirleysra og verji einkjanna er Gud í heilaga bústaði Sínum. Hetta orðið varð mangan havt á lofti í hesum heimi.

Syskini lærdu tíðliga at arbeiða, og øll, sum vóru so frægt til aldurs, gjørdu sítt fyri at skapa innløgu til húsið. Kúgv høvdu tey eisini og eina trøð, sum kommunan tó seinri tók frá teimum. Tað var helst nakað vit nú kundu rópt negativ almannaforsorg. Onkur góður persónur kom tó uppí og fekk útvegað ommu endurgjald. Agnas var læraralærd, men sjálvt um hon hevði maktað at arbeitt sum lærarinna, var hetta noktað henni av myndugleikunum, tí hon ikki var limur í fólkakirkjuni. Systir hennara Maria, fekk uppsøgn sum lærarinna av somu orsøk.

Eitt tíðarskeið legðist Agnas sjúk av tuberklum, nøkur av syskjunum vóru tá eftir í húsinum, meðan onnur fóru út til góð fólk at vera í eina tíð. Páll var tá eina tíð í Søldafirði.

Undir hesum umstøðum vaks Páll upp. Lítið var av heimsins góðsi, men so mikið meira var av menniskjansligum kærleika og samanhaldi. Trúfesti mótvegis hvørjum øðrum og gudsfrykt lærdu hesi fólkini, og saman hildu tey alt lívið. Við Pálli fór tann næstseinasti, nú er bert Mia eftir á lívi.

Arbeiðssemi og viljan til verka hevði Páll. Longu sum smádrongur byrjaði hann at arbeiða, og hann helt á til ellisaldur. Tá studentarskeið Løgtingsins varð stovnað meldaði hann seg til á fyrsta liðnum. Hann var sostatt við á fyrsta liði av føroyskum studentum. Áðrenn seinra heimsbardaga arbeiddi hann eisini eina tíð á Posthúsinum í Klaksvík og nakrar mánaðar hjá Kjølbro. Í Klaksvík hitti hann Alexandru Isaksen dóttir Sáru og Jens Klæmint. Tey vórðu trúlovað og í 1939 fór Páll til Danmarkar at lesa víðari. Tá fór Alexandra við. So brast kríggið á, og Danmark varð hersett. Tíðliga undir krígnum giftust tey og fyrsta barnið, Sára, varð fødd í Keypmannahavn.

At byrja við las Páll á Handilsháskúlanum og tók HA prógv. Seinri fór hann at lesa jura og tók juridiskt prógv í 1948. Men tá var ikki sum nú SU og onnur fíggjarlig hjálp. Alla sína tíð í København arbeiddi hann ymiska staðni. Undir krígnum var familjan sum sagt innilæst í Danmark, men hugurin til at koma heim aftur var alla tíðina til staðar. Beint aftaná kríggið, tá fyrstu føroysku sluppirnar fóru niður og komu aftur, royndi Páll at sleppa heim við. Tað eydnaðist honum at koma heim í juni 1945 við sluppini Mjóanes. Tað stendur enn so livandi fyri mær, hvussu spent vit børn vóru at síggja skyldfólkini, sum vit í veruleikanum ikki kendu, tí skilnaðurin hevði verið so langur. Eg hevði tveir mammubeiggjar, Jógvan og Páll, og tveir pápabeiggjar, Dánjal Jakku og Eilef, í Danmark undir krígnum. Eg var smádrongur tá heimsbardagin byrjaði, og stórur drongur, tá hann endaði. Tað vóru spennandi kenslur at síggja hesar skyldmenn aftur.

Páll og Alexandra fluttu heimaftur til Føroya um leið 1949. Ætlanin hjá honum var helst at byrja hjá einum advokati í Havn. Men lagnan vildi tað øðrvísi. Jógvan Kjølbro kendi Páll frá tíðini í Klaksvík í tríatiárunum, og tá Poul Als fór aftur til Danmarkar, bað Kjølbro Páll um at gerast skrivstovuleiðari í Kjølbro fyritøkuni. Her kom sostatt stórur partur av hansara lívsstarvi at vera. Tey búsettust í Klaksvík, og í Klaksvík andaðist hann nú, gamal og mettur av døgum.

Í Klakvík fingu tey eisini tey bæði næstu børnini Agnar og Maritu. Av børnunum hjá Páll býr Agnar, giftur við Evy, í Klaksvík, Sára, gift við Sverra Hentze, býr í Liseleje og Marita, gift við Jón Nystrøm, býr í Hirtshals.

Aftaná at vera givin í Kjølbro fyritøkuna hevði Pálla fleiri onnur størv, arbeiddi fyri ein part tað, sum nú verður rópt free lance. Men hann fekk inn í millum eisini tíð til at royna tað politiska lívið. Hann sat, so vítt eg minnist, tvær setur í Klaksvíkar býráð, og var eisini eitt skifti borgarstjóri.

Men har, sum hansara allar størsta trúfesti hevur víst seg, er í samkomuni í Betesda. Tað sum hann lærdi og varð uppdrigin við heima hjá mammuni í Konradsbrekku, bar frukt, og virkaði líka til tann dag, hann ikki slapp at vera nærverandi longur. Hansara tænasta í samkomuni, og Alexandrusa og hansara gestablídni mótvegis fremmandum og ikki minst trúboðarum, kann ikki virðismetast.

Páll var ein positivur maður. Ein lívsglaður persónur, sum man gjørdist glaður av at vera saman við. Eisini ein stuttligur persónur. Hann var skemtandi, men hann vitsti eisini, at álvara og skemt bert eru tvær síður av somu søk.

Lydia og eg hava nógv at takka Pálli fyri. Vinarlag hansara og blíðskap hava vit notið mangan. Eitt eyðkenni fyri hann var, at hann ongatíð gloymdi okkum. Hvørt einasta ár, tá eg hevði føðingardag ringdi Páll at ynskja til lukku. Líka til hann ikki kundi longur.

Takk fyri alt og hvíl í friði, góði skyldmaður.

Jógvan Sundstein