Tað hevur verið nógv tosað um, at í dag fór tað at standa á hjá kvinnunum í Klaksvík umborð á Páll Fanga. Eina løtu stóð tað á, men tá ið tað galt um, og tingini skuldu avgerast, var yvirhøvur einki at rafla um. Páll Fangi vann sannførandi sigur, og harvið eru tær úr Klaksvík sera tryggur og sannførandi FM vinnari. Tað kennist í Sandavági, har trúføstu áskoðararnir úr Klaksvík senda fýrverk.
Fyrstu løtuna var Hvessingur sera bragdligur og á odda. Herningur, sum tað hevur verið roknað nógv við upp undir Vestanstevnuna, var spakur fyrra partin av teininum.
Seinna partin av teininum legði Páll Fangi seg stútt og støðugt longri fram um kappingarneytarnar, og á málinum var hann leysur av teimum næstu. Kappingina um næstfremsta plássið vann Herningur ímóti Hvesingi.
1 Páll Fangi 05:11.07
2 Herningur 05:14.11
3 Hvessingur 05:14.21
4 Rádni 05:16.05
1 Páll Fangi 42
2 Hvessingur 33
3 Rádni 31
4 Herningur 6
5 Riddarin 4