Páll Fangi fær tvey gul kort

Róðrarsamband Føroya hevur í kvøld viðgjørt málið, um bekkin á Páll Fanga. Nevndin var samd um at geva Páll Fanga 2 gul kort fyri endurtakandi brot á grein 3 í lógum fyri RSF, í gjøgnum kappingarárið.

Nevndin metir, at bert á norðoyastevnu og jóansøku, eru prógvini nóg haldbar til at døma eftir.

Henda grein er blivin brotin á tann hátt, at Páll Fangi hevur lagt ein lista á tann aftasta bekkin, og tí er báturin ikki tann sami, sum tá ið hann bleiv uppmáldur, sigur nevndin í Róðrarsambandinum.

Revsingin merkir altso, at Páll Fangi missur ongi stig og verður ikki kolldømdur í nøkrum róðuri. Men fær hann eitt gult kort afturat á ólavsøku, verður hann koyrdur úr róðrinum.

Men tað merkir, at Páll Fangi er longu Føroyameistari, tí hann er heili átta stig frammanfyri nummar tvey, sum er Tvørabáturin. Sostatt kann hann ikki takast, hóast hann verður kolldømdur á ólavsøku.

Páll Fangi hevur nú tvey samdøgur at kæra avgerðina.

Formaðurin í Róðrarsambandinum, Jan Herman Hansen, sigur, at tey hava dømt Páll Fanga eftir teimum myndum, tey høvdu til taks. Talan var um myndir, tey høvdu fingið sendandi, umframt myndir frá 3-2 hjá Kringvarpinum. Tað hevur onga ávirkan, at Svein Rógvi Nielsen, rógvari á Páll Fanga, viðgekk í Sosialinum, at tey høvdu brúkt listan á Eystanstevnu.

- Tað er ein munnlig frásøgn, sum ikki heldur í eini kæruviðgerð, tí har telja bara haldgóð prógv, sgur Róðrarsambandið.