Páll Fangi FM fyri fyrstu ferð

6-mannafør menn - Fyri triðju ferð í fýra ár endaði meistaraheitið í Norðoyggjum og hesa ferð í Klaksvík, sum ongantíð áður hevur vunnið hesa kappingina

Klaksvíkingar tryggjaðu sær leyg­ardagin eitt FM heiti í kappróðri fyri menn. Tað er ikki á hvørjum ári, at menninir hjá Klaksvíkar Róðrar­felag vinna meistaraheiti, og tað er ongantíð áður komið fyri, at teir hava vunnið kappingina millum 6-mannafør.
Nú kunnu meistaraheitini fyri mannfólk hjá klaksvíkingum ikki teljast á aðrari hondini, men tey eru framvegis ikki mong: Fípan Fagra (2005), Nevið Reyða (2001 og 2005), Klaksvíkingur (2006 og 2009) og so nú Páll Fangi. Tað vil við øðr­um orðum siga, at tað í FM kapp­ingunum, sum tær eru nú, ongan­tíð eydnaðist mannfólkunum í Klaks­vík at vinna FM frá tí, at farið varð undir kappróður eftir galdandi skip­an í 1973, fyrrenn í hesi øldini.
Frá 1964 og fram til 1972 varð kappast um FM í einum róðri eftir Ólavsøku, og tá vunnu dreingirnir á Fípuni Føgru í 1964.
Seinastu fýra árini eru trý av FM heitunum í kappingini millum 6-mannafør við monnum vunnin av norðoyingum. Sundabáturin vann bæði í 2007 og 2008, og eftir at FM steypið í fjør endaði á Tvøroyri, verð­ur tað á Ólavsøku handað klaks­víking­um.
Hóast Páll Fangi hevur vunnið allar róðrarnar higartil í ár, so hevur tað hvørja ferð verið sera spenn­andi, og í fimm teimum fyrstu kapp­ing­unum var munurin frá Páll Fanga og aftur til tann næsta ongan­tíð meiri enn eitt sekund.
Í dýrdarveðrinum í Sørvági var tað eisini spennandi, men tá ið teir fóru um málið, var als eingin ivi. Í endaspurtinum vant Páll Fangi burtur úr øllum hinum, og hesa ferð var fjarstøðan aftur til tann næsta tað mesta av einari bátslongd.
Kappingin var annars skiftandi og tøtt og harvið spennandi.
Páll Fangi fekk besta startin, og hann var fremstur mesta partin av teininum. Men á síðsta triðinginum av 1500 metra málinum var tað tætt og skiftandi. Eina løtu tóktist Fríggjarin at vera á odda, og eina løtu seinni var stavnurin á Tvøra­bátinum frammanfyri.
Í endaspurtinum vóru tað tó tøk­ini hjá klaksvíkingum, sum mun­aðu mest, og Páll Fangi fór um mál­strik­una soleiðis, sum tað er ein­um meistara verdugt.
FM vinnarin frá í fjør, Tvøra­báturin, var drúgvasti kappingar­neytin hjá sigursharrunum. Hann vann við einari bátslongd á Fríggjar­anum, sum var meiri enn tvær báts­longdir frammanfyri Smyril, ið fyrsta partin av teininum hevði ver­ið við í kappingini í oddinum.
Skúgvur endaði á fimta plássi og Hósvíkingur á sætta plássi, og í tøttu kappingini um at sleppa undan aftasta plássi var Jarnbardur nummar sjey, Sølmundur nummar átta og Kollfirðingur nummar níggju.
Strálan fekk ikki høvi at vera við í róðrinum. Hon var kolldømd, tí ein av manningini hevði verið við í øðrum róðri ídag.


1 Páll Fangi 07:12.24
2 Tvørabáturin 07:15.13
3 Riddarin 07:18.22
4 Smyril 07:26.22
5 Skúgvur 07:30.20
6 Hósvíkingur 07:42.17
7 Jarnbardur 07:46.14
8 Sølmundur 07:47.22
9 Kollfirðingur 07:48.10

Støðan
1 Páll Fangi 42
2 Tvørabáturin 34
3 Riddarin 29
4 Smyril 26
5 Strálan 15
6 Skúgvur 14
7 Hósvíkingur 6
8 Jarnbardur 1
9 Lómur 1