Fimti kappróðurin er í Vestmanna í dag, og fyri fimtu ferð fór Páll Fangi fyrstur á mál.
Fyrri parturin av róðrarteininum myndaðist soleiðis, at tað kundi boðað frá stórum spenningi. Smyril legði seg á odda, og Tvørabáturin og Riddarin høvdu eisini góðan hug at blanda seg uppí.
Smyril var tað mesta av einari bátslongd á odda, áðrenn Páll Fangi tók dyk á seg. Men tá ið klaksvíkingar høvdu tikið sær um reiggj, var lítil og eingin ivi.
Tvørabáturin vísti seg at vera drúgvasti kappingarneytin, men á málinum var eingin ivi. Páll Fangi var fyrstur á mál, og nú er lítil ella rættari eingin ivi um, at tað verður Páll Fangi, sum verður meistari.
At Tvørabáturin var næstfyrstur í dag ber við sær, at hann er favorittur at vinna silvur í FM kappingini. Avrikið í dag bendi á, at Tvørabáturin kann hava ein møguleika at vinna á Vestanstevnu og á Ólavsøku, men at FM heitið er á veg til Klaksvíkar er tað neyvan nakar ivi um.
1 Páll Fangi 04:37.04
2 Tvørabáturin 04:38.03
3 Smyril 04:40.08
4 Riddarin 04:40.21
5 Strálan 04:45.21
6 Skúgvur 04:53.24
7 Hósvíkingur 04:55.09
8 Jarnbardur 04:56.14
9 Fortuna 05:00.16
10 Kollfirðingur 05:02.24
11 Sølmundur 05:04.18
Støðan
1 Páll Fangi 35
2 Tvørabáturin 28
3 Riddarin 24
4 Smyril 22
5 Strálan 15
6 Skúgvur 11
7 Hósvíkingur 4
8 Lómur 1
9 Herningur 0
10 Jarnbardur 0
11 Kollfirðingur 0
12 Fortuna 0
13 Gongurólvur 0
14 Sølmundur 0