Páll Finnur Páll og Voxbotn Allstars á Voxbotn

Ein rúgva av bæði føroyskum og útlendskum bólkum fara á pall niðri í Vágsbotni og fyriskipararnir hava í dag kunngjørt, at eisini Páll Finnur Páll og Voxbotn Allstars verða við í ár.

 

Seinastu nógvu árini hava Páll Finnur Páll fer eftir fer savnað tjóðina við sínum vælsvingandi og provokerandi sangum. Við hittum sum Forelskaður Sjónleikari, Herbergið, Eg, Fari mín Egna Veg, Mín Russiski Vinur, Grannin og fleiri øðrum, klára menninir í Páll Finnur Páll altíð at fáa øll við.

 

Og hvørja ferð teir trína á ein pall, kunnu áskoðararnir vænta eitt brak av einari framførslu. Tað er eingin ivi um, at Páll Finnur Páll fara at geva øllum Voxbotn fjepparum eina festliga, fríska og freka løtu, tá ið teir fara á pallin á ársins konsertdegi.

 

Í ár eru Voxbotn Allstars eisini aftur á skránni. Okkara størstu kanónir syngja síni størstu hitt, og har alt Voxbotn kann syngja við. Uppliv Samal Rávnsfjall, Joan Jakke Guttesen, Eyðun Nolsøe og Rana Nolsøe, Elina Heinesen, Signar í Homrum og Ólavur Højgaard og Martin Joensen úr Vestmonnum, Niclas Hera Jákupsson og sjálvan Shaky úr Dynamint við sínum størstu landaplágum. Tað verður ikki nógv hugnaligari enn tað í Vágsbotni.

 

Voxbotn Allstars orkestrið er sett saman við Kim Hansen á klaver, Høgna Fagraberg á gittar, Johannusi á Rógvi á bassi og James Olsen á trummum.

 

- Vakrasta løturnar á Voxbotn fyrru árini vóru løturnar, tá Voxbotn Allstars góvu okkum eina ferð gjøgnum føroyska sangskattin sungna av teimum, ið upprunaliga sungu sangirnar. Tí var slett ongantíð ivi um, at vit aftur í ár skuldu hava Voxbotn Allstars, sigur Rúni Djurhuus fyriskipari avgjørdur.

 

- Vit hava sjálvandi skift nøkur av nøvnunum út í Voxbotn Allstars, og onkur, sum ikki kundi seinast, er so komin á skránna í ár, sigur Rúni Djurhuus.