Páll hevur aftur skorað

Seinna partin av 1. hálvleiki hevur HB verið undirmannað, eftir at Fróði Benjaminsen varð vístur av vøllinum.

B71 hevur havt bóltin meiri, síðani teir fóru at spæla ellivu ímóti tíggju, men tað hevur ikki eydnast B71 at skapa møguleikar og skjóta mál.

Í staðin er tað HB, sum hevur skorað og harvið økt um leiðsluna, sum nú er 2-0.

Aftur í seinna førinum var Páll Mohr Joensen málskjútti. Hann smekkaði til av brotsteigarmarkinum, og B71 málverjin Símun Rógvi Hansen megnaði ikki meiri enn at nerta bóltin, sum fór í málið.