Páll kann gera sum hann vil

Á tíðindafundinum umborð á Dannebrog í morgun, varð Margreta, drotning, spurd, hvat hon helt um avgerðina hjá Pálli á Reynatúgvu, løgtingsformanni, um hvørki at taka ímóti einum riddarakrossi ella at vera gestur hennara til móttøkuna umborð á Dannebrog í gjárkvøldið.

 

Drotningin gjørdi sum hon eigur og lat vera við at fara út í nakað politiskt kjak.

- Tað er eitt frælst samfelag og Páll á Reynatúgvu kann gera sum hann vil, var stutta viðmerkingin frá hennara hátign.

 

Hon fór ei heldur inn í nakað politiskt kjak, tá hon varð spurd, um føroyingar kundu varðveita eitt tilknýti til donsku krúnuna, hóast Føroyar skuldu loyst frá Danmark.

- Eg skal ikki leggja meg út í eitt politiskt kjak, men eg haldi meg hava eitt fínt tilknýti til Føroyar. Eg havi verið væl móttikin øll hesi árini og gleði meg hvørja ferð, vitjanirnar eru á skrá, segði hennara hátign.