Páll Mohr Joensen, sum er 34 ára gamal og hevur vunnið FM ikki færri enn sjey ferðir við besta liðnum hjá HB, er nýggjur formaður í HB. Hann ynskir nú at geva aftur til felagið, og fyrrverandi spælarin hevur eisini sterkar meiningar um framtíðina hjá felagnum.
- Eg havi mælt í HB húsinum síðani eg var smádrongur, og eg haldi tað er týdningarmikið, at geva aftur. Tað kann verða sum venjari, nevndarlimur ella annað. Eg hugsi um tá eg sum ungur seldi lutaseðlar fyri HB, at nú keypi eg sjálvt frá B36, tí eg síggi meg sjálvan standa og selja. Eg havi fingið hjálpa frá venjarum, nevndarlimum og øðrum, so nú vil eg geva tað hjálpina víðari, sigur Páll M. Joensen í samrøðu við Sosialin.
Hann var ein av teimum ungu, sum kláraði at berja seg fram á besta liðið fyrst í hesi øldini. Tá var liðið mangan sterkt, og yvirleggjarin er settur enn hægri tey seinnu árini. Tað krevur eina uppraðfesting av ungdómsarbeiðinum, heldur nýggi formaðurin fyri.
- Eg havi sterkar meiningar um hvat skal gerast. Ungdómsfótbólturin skal uppraðfestast. Har sum Betri deildarliðini hjá eru komin til, er ungdómarbeiðið ikki fylgt við. Tað er har grundarlagið undir felagnum er. Tað er ikki tey 11 ella 22 á bestu liðnum, men hini túsund í felagnum. Vit hava sett yvirleggjaran á bestu liðnum so høgt, at tey ungu eru ikki klár, tá tey skulu taka tað stigið. Skulu tey fylgja menningini, so mugu vit menna ungdómin samsvarandi, sigur havnarmaðurin, ið ikki hevði beinleiðis ætlanir um at blíva formaður.
- Tað er ikki av tilvild, at eg eri í nevndini við tankunum, sum eg havi, men tað er meiri av tilvild, at eg akkurát endaði sum formaður. Tað var nakað vit avgreiddu aftaná, sigur 34 ára gamli Páll M. Joensen í samrøðu við Sosialin.