Páll Vang 55 ár

Sunnudagin fyllir Páll Vang, fyrrverandi landsstýrismaður, 55 ár

 
 
Hann er sonur Jóhonnu f. Andreasen úr Fámjin og Paula Vang úr Froðba. Í 1971 giftist hann við Elini f. Jacobsen úr Norðragøtu.
Elin og Páll eiga døturnar, Barbaru, Honnu, Rakul og Elisu. Barbara er gift við Dánjali Samuelsen úr Havn, tey búgva í Havn og eiga eitt barn. Hanna er gift við Georg Kjærbo úr Sumba, tey búgva á Tvøroyri og eiga tvey børn.
Í 1973 tók Páll læraraprógv á Holbæk Seminarium og hevur starvast sum lærari á Venjingarskúlanum í Havn, í skúlunum á Tvøroyri og Trongisvági.
Í árunum 1981-85 sat hann sum landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin, árini 1985-2000 í býráðnum á Tvøroyri, og var hann býráðsformaður har í 7 ár.
Í 1999 gjørdist Páll álvarsliga sjúkur og avlamin. Hann býr nú á eini deild hjá sjúkrahúsverkinum fyri heilaskadd. Hóast hann neyvan kemur at vinna fullan førleika aftur, so gongur framá hjá honum. Í dag hevur hann tað so gott, sum tað eftir umstøðunum letur seg gera.
Elin hevur verið manni sínum ein hollur stuðul gjøgnum lívið, ikki minst nú, síðani hann gjørdist sjúkur. Eisini døturnar og øll teirra hava stríðst fyri, at Pálli, hóast sjúkuna, kann hava eitt gott lív.
Vit ynskja Páll hjartaliga tillukku á føðingardegnum og Harrans signing framyvir.