Jan Müller
Eirikur Lindenskov
Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa eina viðmerking frá løgmanni í sambandi við dómin hjá John Petersen.
Anfinn Kallsberg segði við Sosialin í vikuni, at hann fór at taka avgerð um landsstýrissessin, eftir at dómur er fallin. Keldur Sosialurin hevur tosað við siga, at fleiri boð eru uppá nýggjan landsstýrismann.
Tað ljóðar m. a., at suðuroyingar vilja hava Páll Vang í sessin. Eisini Jákup Olsen hevur verið nevndur. Eisini Jógvan Lützen úr Klaksvík hevur verið umrøddur í sambandi við landsstýrissessin.
Keldur, sum standa Fólkaflokkinum nær siga við Sosialin, at tingmannin fólkafloksins er samd um, at Jørgin Niclasen er besta boðið upp á nýggjan landsstýrismann í fiskivinnumálum.
Jørgin Niclasen er 29 ára gamal. Hann varð fyrstu ferð valdur á ting við valið í 1994, tá hann vann á partamanninum Svend Åge Ellefsen. Jørgin Niclasen er formaður í fíggjarnevndini.
Jørgin Niclasen fekk 183 atkvøður á valinum seinast. Nælsti maður á listanum hjá Fólkaflokkinum er Jóannis Nielsen, sum fekk 92 atkvøður.