Páll Vang í skundi fluttur á Ríkissjúkrahúsið

Jólaaftan fekk býráðsformaðurin á Tvøroyri eina álvarsama bløðing ú nakkanum. Hann varð í skudi fluttur á Landssjúkrahúsið og seinni á Ríkissjúkrahúsið

Jólaaftan gjørdist ikki eins hugnaligur fyri býráðsformannin á Tvøroyri og familju hansara, sum fyri aðrar føroyingar.

Páll Vang gjørdist brádliga ússaligur jólaaftan. Hann varð skjótt lagdur inn á Suðuroyar Sjúkrahús, men har varð gjørt av at senda hann á Landssjúkrahúsið, tí støðan var so hættislig. Á Landssjúkrahúsinum sóu tey seg ikki føran fyri at viðgera býráðsformannin, og tí varð hann saman við tveimum øðrum sjúklingum fluttur til Keypmannahavnar á Ríkissjúkrahúsið fyrsta jóladag.

Av tí, at eingin flúgving var fyrsta jóladag, var neyðugt hjá Landssjúkrahúsinum at leiga flogfarið hjá Atlantsflog at flúgva teir tríggar illa fyrikomnu sjúklingarnar til Danmarkar.

Tað, ið hendi býráðsformanninum á Tvøroyri var, at ein æðr í nakkanum brast, og trýsti blóðið frá hesari undir heilan. Páll Vang varð mánadagin skorin á Ríkissjúkrahúsinum og, sum Sosialurin frættir, hevur býráðsformaðurin tað gott eftir umstøðunum.

Sosialurin ynskir Páll Vang góðan bata.