Sandoy: - Hvørjar samferðsluætlanir hevur sitandi samgonga viðvíkjandi einum komandi Sandoyartunli?, spyr Páll.
Sum sandoyingur veit hann alt um, hvønn týdning ein slíkur tunnil fer at hava fyri hansara oyggj.
Men nú eru hann og oyggjarfólkið so smátt farin at ótolnast eftir at frætta, nær gongd kemur á málið.
Í skrivliga fyrispurninginum spyr hann millum annað um kanningarnar, um linjuføringina, nær arbeiðið verður boðið út og hvussu verður við fíggingarmynstrinum.
- Fyri at gera gitingar og illgitingar til skammar, fær landsstýrismaðurin her eitt høvi at greiða frá hesi ætlanini, nú bert fáir mánaðir eru eftir av valskeiðinum, sigur Páll á Reynatúgvu.
Spurnartekin
Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Páll á, at løgmaður hevur fleiri ferðir ført fram, at undanfarnar samgongur fingu í lag undirsjóvartunlarnar til Vágar og Norðoyggjar.
- Sitandi samgonga skuldi samtykkja Sandoyartunnilin, sum so skuldi gerast liðugur í komandi valskeiði, vísir hann á.
Í summar hevur júst hesin tunnilin verið eitt heitt evni í fjølmiðlunum og í kjaki manna millum, men einki sæst til nakra ítøkiliga ætlan.
- Tíðin gongur og sandoyingar eru av álvara farnir at seta spurnartekin við lyftini hjá samgonguni um tunnilin.
- Tí ynskja vit í Sandoynni og alt Føroya fólk svar uppá, nær farið verður undir tunnilin, nær hann verður liðugur og nær verklagslógin verður løgd fyri tingið, sigur Páll.
FAKTA
Sandoyartunnilin
Arbeiðið fevnir í fyrsta lagi um innleiðandi jarðfrøðiligar kanningar fyri at kanna, um tað ber til at gera ein undirsjóvartunnil millum Streymoynna og Sandoynna, og hvar hann liggur best. Fleiri linjuføringar hava verið í uppskoti, og fleiri teirra eru eisini kannaðar. Undirsjóvartunlarnir eru millum gott 9 og knapt 12 km til longdar.
(Kelda: landsverk.fo)