Fronsku heimsmeistarnir og olympisku meistarnir vunnu 24-22 á Týsklandi í millumbólki 2 í gjár. Hálvleiksstøðan var 12-10 til Frakland. Eitt skiftið var Frakland á odda við sjey málum, og tað stóð á gomlum nøglum ímóti dystarenda, men einaferð vísti málverjin, Thierry Omeyer sítt virði við fleiri klassabjarginum.
Í løtum vísti Nikola Karabatic eisini sítt gamla støðið, sum kann geva vónir um, at tað sannførandi franska spælið ikki er so ræðuliga langt burtur.
Pólland vísti sera gott spæl ímóti Spania, tá póllendingar vunnu ein sannførandi 32-26 sigur á spaniumonnum. Pólland var á odda 13-9 í steðginum. Pólland byrjaði dystin væl, og teir vóru alla tíðina frammanfyri ta heldur tama spanska liðið. Aftur í dag stóð Slawomir Szmal, sum ein livandi múrur í pólska málinum, og átti hann sín stóra lut í pólska sigrinum.
Kekkiskur stórskjútti
Kekkia stóð fyri sensasjónini, tá teir í gjár vunnu 37-35 á Slovenia, sum annars hevur staðið seg sera væl í hesari kappingini. Stórskjúttin, Filip Jicha var høvuðsorsøkin til kekkiska sigurin. Hann skjeyt heili 12 mál í dystinum í dag.
Kekkia fór undan slovenum í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Kekkia á odda heili 21-12. Petr Stochl í kekkiska málinum stóð eisini væl í málinum, og hann átti eisini sín stóra lut í sigrinum. Slovenia ressaðist ikki, fyrr enn ímóti endanum av dystinum, men tá var klokkan farin undan teimum, og nærri enn 35-37 kom slovenska liðið ikki.