Í morgin kemur út nýggj pólsk kunningarbók, ella "Guide" sum tað verður nevnt á altjóða máli. Bókin er ætlað at kunna pólsk ferðafólk um Føroyar.
Bókin skuldi koma út í fjør, men sum so nógvar aðrar verkætlanir var hendan eisini órógvað av Korona.
Maciej Brencz, Kinga Eysturland, Marcin Jakubowski, Łukasz Łach og Marcin Michalski hava skrivað nýggju ferðamannabókini.
Marek Jakubowski Marek Loos góvu út eina pólska ferðamannabók út í 2003, men síðani tá eru nógvar broytingar farnar fram, og talið av pólskum ferðafólkum er eisini munandi økt.
Kinga Eysturland er tann einasta av teimum fimm høvundunum, ið býr í Føroyum nú. Hon sigur, at vera við til at skriva eina slíka kunningarbók var sum at fara aftur í tíðina tá hon sjálv var turistur í Føroyum.
- Vit hava gagnnýtt seinkingina av útgávuni við m.a. at kunna um tann nýggja Eysturoyartunnilin, sigur Kinga.
Marcin Michalski sum búði í Føroyum fyrst í hesari øldini er ein stórur fjeppari av føroyskum ítrótti og føroyskari mentan, og hevur hann skrivað um hetta í nýggju kunningarbókini.
- Føroysk mentan er nærum ókend í Pólandi. Tí var tað mítt virkisøkið at presentera føroysk listafólk í kunningarbókini, ið eg haldi hava uppiborið at fáa altjóða viðurkenning, sigur Marcin.
Łukasz Łach greiðir frá, at í kunningarbókini er ein serlig deild har kunning er til pólendingar sum flyta til Føroya at búgva og at arbeiða. Łukasz Łach rekur eina fyritøku sum m.a. selur túrar til Føroyar.
Bókin kemur bara út á pólskum máli og kann bíleggjast á www.wyspy-owcze.pl.