Teir funnu til Klaksvíkar umvegis lýsingar eftir læknum í Póllandi, sum vildu koma til Danmarkar ella Føroya at arbeiða.
Endin var, at teir báðir komu at royna arbeiðið í Klaksvík, og eftir at hava verið í Klaksvík eina tíð og eisini verið á málskeiði í Danmark, eru Boguslaw Koszman og Cezariusz Zawal nú komnir aftur at arbeiða fast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Vit hava størri sjúkrahús í Póllandi, og áðrenn eg kom til Føroya, arbeiddi eg í einum býi við 80.000 fólkum. Hetta er ein minni býur og eitt minni sjúkrahús, men tað er sera væl útgjørt, og umstøðurnar eru sera góðar at arbeiða her, sigur Cezariusz Zawal.
Svaraðu lýsingum
Teir báðir pólsku læknarnir kendu ikki hvønn annan, áðrenn teir komu til Føroya at arbeiða.
Vit hava arbeitt í sama øki, men orsøkin til, at júst vit báðir komu til Klaksvíkar var, at vit svaraðu báðir lýsingini eftir læknum til Danmark og Føroya, sigur Boguslaw Koszman.
Teir eru báðir útbúnir á pólskum universiteti og eru royndir skurðlæknar. Teir hava eisini nógvir royndir í at gera kikarakanningar, og so hava báðir arbeitt eitt skifti í ambulansatænastu, har teir eru farnir út til størri og smærri skaðar.
Heri Ellingsgaard, sjúkrahúsleiðari, sigur, at teir báðir pólsku læknarnir styrkja Klaksvíkar Sjúkrahús.
Læknamanningin er styrkt, og hetta gevur øktar møguleikar fyri viðgerð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, nú Norðoyatunnilin er á veg, sigur hann.
Betur útgjørt enn í Póllandi
Teir báðir blíðsníðaðu læknarnir tykjast trívast væl á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hvørgin teirra tosar føroyskt, men báðir hava verið á málskeiði í Danmark. Boguslaw roynir seg á donskum, meðan Cezar heldur seg til tað enska.
Vit fáa góða hjálp frá hinum starvsfólkunum á sjúkrahúsinum, um tað eru trupulleikar við málinum. Vit eru sera væl móttiknir og kenna okkum væl her, sigur Cezar.
Hetta er eitt væl útgjørt sjúkrahús við góðum og kvalifiseraðum starvsfólki, ehldur Boguslaw.
Teir halda ein steðg eina løtu, meðan teir bíðað eftir, at tað verður gjørt klárt til næstu skurðviðgerðina.
Starvið her á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er ein spennandi avbjóðing fyri okkum, tí arbeiðið er meira fjølbroytt, enn tað var í Póllandi, tá ið vit høvdu serligar uppgávur at taka okkum av, sigur Cezar Zawal.
Í Føroyum eru umstøðurnar á sjúkrahúsinum betur. Her er øll neyðug útgerð og annars alt tað, sum vit hava brúk fyri. Vit mangla ikki heiligvág ella nakað annað. Í Póllandi kanst tú framvegis koma út fyri, at tú ikki fært alt tað, sum tú skalt brúka, sigur hann.
Trøðini mangla
Báðir læknarnir hava familju, men teir eru komnir einsamallir til Klaksvíkar at arbeiða. Teir ferðast tó heim í feriu, og teir vóna, at familjan eisini kann koma á vitjan í Føroyum.
Fyri einum ári sínum visti eg lítið og einki um Føroyar. Eg helt, at tað var ein bretsk oyggj, tí tit liggja so nær Skotlandi. Men nú eri eg blivin klókari, sigur Cezar smílandi.
Vit arbeiða nógv og hava vaktir, so at tað eru ikki so góðir møguleikar til at halda ordliga frí og fara onkrastaðni til sightseeing, men vit trívast væl her fyri tað, sigur Boguslaw.
Tað einasta, sum eg sakni, eru trøð tey hava tit ikki so nógv av í Føroyum, leggur Cezar afturat.
Teir hava avtalu við Klaksvíkar sjúkrahús fyri næsta árið, men teir rokna við, at teir skulu halda fram eftir tað.
Vit vilja gjarna halda fram at arbeiða her í Klaksvík, og vit rokna eisini við, at vit skulu vera her nøkur ár, sigur Cezar.