Teir seks menninir, sum vórðu tiknir í Íslandi í tí sokallaða Pólstjørnumálinum seinasta heyst, fingu í dag dóm í rættinum í Reykjavík Seks av monnunum, sum vórðu tiknir í tí sokallaða Pólstjørnumálinum seinasta heyst, fingu í dag dóm í rættinum í Reykjavík. Tilsamans fingu teir næstan 32 ára fongsul.
Harðasta dómin fekk Jøkull Einarsson, sum hevur viðgingið, at tað var hann, sum legði rúsevnaflutningin til rættis. Hann fekk fongsul í níggju ár og seks mánaðir.
Teir báðir menninir, sum sigldu bátin til Íslands, og sum vóru í Føroyum á vegnum, fingu ávikavist sjey ár og sjey ár og fimm mánaðir.
Maðurin, sum skuldi taka ímóti rúsevninum, skal sita í fongsli í fimm og eitt hálvt ár, og maðurin, sum hevði rúsevnið um hendi, áðrenn tað bleiv sent avstað, fekk átjan mánaðir. Tann sætti maðurin, sum hevði játtað at fjala rúsevnið í summarhúsum sínum, fekk eitt árs treytaða fongsulsrevsing.
Teir seks menninir vórðu dømdir fyri at hava smuglað góð 37 kilo av rúsevnum umframt næstan 1.800 ecstasytablettir til Íslands.