- Hetta kann blíva óluksáliga pínligt fyri okkum.
Johan Samuelsen er skrivari í Ìtróttafelagnum Fyri Brekað, vanliga nevnt ÍSB.
Og hann er ógvuliga ørkymlaður í hesum døgum.
Tað er samgonguni, sum hann er ørkymlaður av.
Samgongan er nevniliga í ferð við at seta tey brekaðu í Føroyum í eina ótrúliga pínliga og eyðmýkjandi støðu.
Næsta ár ætlaði ÍSB at átaka sær at umsita norðurlendsku skrivstovuna hjá ítróttafeløgunum fyri brekað í Norðurlondum.
Fyri at kunna átaka sær uppgávuna, hevur ÍSB biðið Mentamálaráðið um 100.000 krónur til eitt hálvt skrivstovustarv.
ÌSB hevði eisini fingið Niels Nattestad, vanliga nevndur Natti, at átaka sær uppgávuna.
Men nú er ógvuliga óvist um politiski myndugleikin er sinnaður at seta neyðuga peningin av, so at fundurin kann haldast í Føroyum.
Ikki ein króna
ÍSB hevur verið limur í norðurlendska ítróttasamstarvinum fyri brekað, sum nevnist Nordisk Handicap Idræt, NHI.
Londini skiftast um at hava norðurlendsku skrivstovuna. Og landið, sum hevur norðurlendsku skrivstovuna, skipar eisini fyri felags norðurlendskum nevndarfundum, har norðurlendskar kappingar, ymisk tiltøk og annars virksemið innan ítrótt fyri brekað í Norðurlondum, verður lagt til rættis og har ymisk felags mál verða viðgjørd.
Har verður sostatt norðurlendski álmanakkin í sambandi við ítrótt fyri brekað, lagdur til rættis.
- Nakrar ferðir hevur staðið Føroyum í boði at taka við norðurlendsku skrivstovuni, men vit hava borið okkum undan, tí vit hava ikki havt nakrar umsitingarligar royndir, sigur Johan Samuelsen
Næsta ár stóð so aftur ÍSB í boði at leiða norðurlendska samstarvið innan ítrótt fyri brekað.
Í hesum sambandi setti ÍSB seg í samband við Mentamálaráðið at greiða frá støðuni.
Mentamálaráðið segði, at tað vildi gera alt fyri at fáa 100.000 krónur á fíggjarlógina fyri 2008, sigur skrivarin í ÍSB.
- Vit vórðu sera væl móttikin í Mentamálaráðnum og fingu ta fatan, at tað mundi fara at ganga, sigur Johan Samuelsen.
Men nú fíggjarlógin fyri næsta ár verður løgd fram, er ikki ein króna sett av til endamálið.
Óluksáliga flóvisligt
Tí hevur ÍSB nú skrivað fíggjarnevndini bræv, har tey inniliga heita á fíggjarnevndina um at játta 100.000 krónur til endamálið.
- Hendir tað ikki, má ÍSB rætt og slætt boða hinum norðurlondunum frá, at vit fáa ikki átikið okkum uppgávuna, tí politisku myndugleikarnar vilja ikki játtað okkum neyðars 100.000 krónur
- Tað harmar okkum almikið, verða vit ein einaferð noydd at fara neyðarsligu og eyðmýkjandi gongdina til grannar okkara og siga, at í Føroyum er eingin vilji til at seta neyðuga peningin av á landsins fíggjarlóg til eitt sjálvsagt norðurlendskt mál, teimum brekaðu at frama.
- Vit senda bara drunnin víðari og siga, sum vit plaga, at vit eru so fá og smá.
ÍSB spyr um hetta ikki er skomm fyri okkum føroyingar, bara at spæla við, men ikki gjalda gildið?,
-Vit hava verið við í norðurlendska samstarvinum í ISB í 25 ár og tað er ógvuliga eyðmýkjandi altíð at siga nei.
Ìslendingar hava havt norðurlendsku skrivstovuna tvær ferðir og nú standa vit spyrjandi: Verður kortini neyðugt at fara til grannarnar fyri vestan og heita á teir um at taka á seg ábyrgdina, sum annars varð løgd á okkum.
- Tað verður óluksáliga flóvisligt sigur Johan Samuelsen.
- So er tað bara tóm orð og tvætl at tosa um, at vit skulu vera við í norðurlendskum og altjóða samstarvi, tí tað kostar altso eitt sindur av pengum, leggur hann afturat.
- Eg hugsaði mítt, tá ið eg nú ein dagin hoyrdi politikarar undrast á, at hundraðtals milliónir og kanska milliardir verða játtaðar til tunlar, men at tað knípur hjá einum sambýli fyri menningartarnað at fáa pening til at skifta vindeygu fyri, sigur skrivarin í ÍSB.
Nøkunlunda somu støðu er Ítróttasambandið Fyri Brekað, við at koma sær í, tí 100.000 krónur eru ein ógvuliga lítil og varislig upphædd.
Sosialurin royndi at fáa eina viðmerking frá landsstýrismanninum í mentamálum, Jógvani á Lakjuni, men tað eydnaðist ikki áðrenn blaðið fór til prentingar.