Pínligur loppumarknaður fyri brekað

Leygardagin verður ein loppumarknaður hildin í Sjónleikarhúsinum í Havn. Peningurin sum kemur inn fer óskerdur til ein buss til búfólkini á teimum trimum bústovnunum á Eirargarði í Havn.
<DPTAB>    Eitt paradoks, ein tvørsøgn. Á Eirargarði búgva fimtan búfólk millum 26 og 72 ár og har eru átta koyristólar. Átta av búfólkunum eru so illa fyri, at tey fáa ikki gingið sjálvi, men eru bundin at einum koyristóli.

Leygardagin verður ein loppumarknaður hildin í Sjónleikarhúsinum í Havn. Peningurin sum kemur inn fer óskerdur til ein buss til búfólkini á teimum trimum bústovnunum á Eirargarði í Havn.
Eitt paradoks, ein tvørsøgn. Á Eirargarði búgva fimtan búfólk millum 26 og 72 ár og har eru átta koyristólar. Átta av búfólkunum eru so illa fyri, at tey fáa ikki gingið sjálvi, men eru bundin at einum koyristóli. Men tey hava ongan buss, sum kann koyra tey, tá tey skulu til okkurt. Tey eru bundin at stovnunum.
Starvsfólkini hava greitt fingið at vita frá myndugleikunum, at tey fáa ongan buss. Skulu tey hava ein slíkan, so mugu tey skaffa peningin sjálvi. Tað hava tey roynt, men striltið gongur. Kommunurnar hava latið eina krónu pr. íbúgva og onkur peningarstovnur hevur eisini stuðlað, men aðrir peningastovnar hava ikki játtað stuðul, tí teir meta hetta er ein almenn uppgáva.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa eina viðmerking frá Bill Justinussen, landsstýrismanni, sum hevur hetta øki undir sær. Hann var ikki at hitta, men formaðurin í Miðflokkinum, sum skal evna familju og trivnaðarpolitikkin hjá Miðflokkinum, Jenis av Rana, er skelkaður.
-Eg fari beinanvegin at seta meg í samband við Bill. Her má vera talan um onkra skeiva raðfesting. Hetta eru jú smápengar talan er um. Ein bussur kann ikki kosta meira enn nakrar hundrað túsund krónur og búfólkini á Eirargarði hava rætt til at bevega seg eins væl og onnur í samfelagnum, sigur Jenis av Rana