Tað er rættiliga stórur munur á, hvussu nógv barnsburðarfarloyvi mammur og pápar taka sær í Tað staðfestir Javnstøðunevndin í ársfrágreiðing síni
Men ein kanning, Gallup hevur gjørt fyri Javnstøðunevndina, vísir, at hóast tað er rættiliga stórur munur, hvussu leingi mamman og pápin eru í farloyvi, vilja fólk ikki, at myndugleikarnir skulu blanda seg upp í, hvussu foreldur býta barnsburðarfarloyvið ímillum sín.
Í Føroyum eiga mammurnar tær fyrstu 14 vikurnar av barnsburðarfarloyvinum. Hinvegin eru fýra vikur eru markaðar til pápan, og so eru 26 vikur, sum foreldrini kunnu býta sínamillum sum teimum lystir.
Harumframt er loft sett á útgjaldið, soleiðis at tað loysir seg betri at lata tað foreldrið, sum hevur lægri løn, taka farloyvið.
– Í roynd og veru merkir hetta, at mammurnar taka 93 prosent av barnsburðarfarloyvinum, meðan páparnir taka bara sjey prosent.
Javnstøðunevndin heldur, at avleiðingin av hesi støðuni er, at mammurnar verða verri fyri á arbeiðsmarknaðinum, tí tær fara av arbeiðsmarknaðinum í barnsburðarfarloyvi, oftani í fleiri umførum. Og samstundis verða páparnir minni knýttir at børnunum, tí at teir ikki hava sama møguleika sum mamman at vera saman við teimum, tá tey eru smá.
Javnstøðunevndin mælir tískil til, at barsilsskipanin verður broytt, soleiðis at kynsbýtið ímillum mammuna og pápan verður javnari.
Tað besta hevði verið, at hækka útgjaldsloftið og at foreldrini sjálv ger av, hvussu nógvar vikur, hvør av teimum tekur, uttan at tað ávirkar hitt foreldrið.
– Í minsta lagi áttu kvoturnar hjá mammum og pápum at vera líka stórar, sigur Javnstøðunevndin.
Gallupkanningin vísir, at 63 prosent av fólkinum heldur, at tað almenna skal ikki blanda seg upp í, hvussu foreldur býta barnsburðarfarloyvið ímillum sín. Og tað er eitt sjónarmið, bæði menn og kvinnur eru samd um, tí tað er lítil og ongin munur á.
Og hetta er eitt sjónarmið, sum fær alsamt størri undirtøku tí í eini sama slag kanning í 2013, vóru tað 51 prosent, sum hildu, at hetta er ein spurningur, tað almenna ikki skal blanda seg upp í.