Pápar verða sviknir

Størsti taparin er barnið. Tað sigur ein av fleiri pápum, sum skrivliga hava rætt til at síggja børn síni, men verða forðað í tí av mammunum. Eingin lóg verjir pápans rættindi

Pápar og børn


Randi Jacobsen

[email protected]


Dømini eru nógv um foreldur, sum ikki eru saman, berjast um rættin at hava barnið. Kunnu tey ikki semjast, og mamman hevur foreldramyndugleikan, hevur pápin einki at skulla sagt. Og sjálvt um hann gjøgnum myndugleikarnir hevur skrivliga avtalu um, nær hann kann hava barnið, kann mamman bróta hesa avtalu, sum henni lystir.

Slíkar ósemjur koma ikki minst til sjóndar um jólini, sum eru ein so kensluborin tíð. Politiið sigur frá fleiri pápum, sum hava biðið politiið um hjálp um jólini fyri at sleppa at síggja børn síni, men politiið fekk ikki hjálpt.

Eingin kundi hjálpa.

Sosialurin hevur hitt ein djúpt ólukkuligan pápa, sum býr uttanlands og kom heim fyri at hitta son sín. Hann og mamman at felags soninum gjørdu avtalu, sum tey undirskrivaðu hjá Ríkisumboðnum, um, at hann skuldi sleppa at hava sonin í Føroyum frá 25. til 29. desember, og í tvær samanhangandi vikur komandi summar.


Bleiv galið

Mamman og pápin at dreinginum hava ongantíð búð saman, men líka til fyri tveimum árum síðan bar til at gera sínamillum avtalu um, nær hann kundi sleppa at hava drongin, sum nú er 10 ára gamal.

Tað var um hetta mundið, at hann fór uttanlands í útbúgving.

Hann plagdi javnan at ringja til sonin, men so fekk mamman, gjøgnum ríkisumboðið, ásett, at hann bara kundi ringja sunnudag fyri ikki at órógva dreingin.

Hann fann seg í hesum.

Roynt hevur verið hesi seinastu tvey árðini at gera avtalur við mammuna bæði við og uttan hjálp frá ríkisumboðnum. Men mamman hevur ferð eftir fer brotið avtalur.


Um summarið og á jólum

Í sambandi við at pápin hevur biðið um hjálp frá ríkisumboðnum, verður sonurin sendur til samtalu hjá ”børnekyndig person” hjá ríkisumboðnum.

Tey stafesta at sonurin uttan trupuleikar kann hava samverðu við pápan og tískil áleggur ríkisumboðið eina ”samværsresolution”, sum bæði foreldur skulu yvurhalda.

Í hesari avtaluni stendur, at pápin skal hava sonin fimm dagar samanhangandi í jólaferiuni frá 25.-29. desember og tvær vikur samanhangandi í summarferiuni.

Nú skuldi verið laga manni hjá pápanum at komið heim til jólar.


Alskyns forðingar

Nevnast skal her, at áðrenn pápin kom heim, hevði mamman sett seg í samband við barnaverndina fyri at fáa broytt avtaluna um, nær pápin kundi síggja sonin. Hon hevði reist ikki hissini skuldsetingar móti pápanum, men barnaverndin svaraði, at drongurin gjarna vildi verða saman við pápa sínum og tóku undir við avgerðini hjá Ríkisumboðnum um, at sonurin skuldi verða hjá pápanum 25. til 29 dedesember.

Enn eina ferð verður staðfest, at faðir og sonur kunnu verða saman ásettu dagar. Sjálvt aftanaá hesa avgerð klagar mamman til stovnin Familiestyrelsen.



Eingin drongur

Fyrsti jóladagur upprann, og pápin sat spentur og bíðaði eftir soninum, sum skuldi koma á middegi.

 - Tá ið klokkan var blivin 15, fór eg yvir til teirra. Tá stóð sonurin hjá mær í hurðini, og mamman stóð aftan fyri hann. Hon segði, at hann skuldi við henni at eta hjá familju, og hon skuldi koma við honum til mín aftan á nátturðan. Klokkan átta um kvøldið ringdi hon og segði, at sonurin varð vorðin sjúkur og tí ikki kundi koma til mín.

−    Tað hevði eg ilt við at góðtaka, tí um drongurin var sjúkur, kundi hann tað sama verið hjá mær. Eg kenni sonin hjá mær og eg havið annað barn frá fyrr av. Eg kann minst líka væl at taka mær av einum sjúkum barni, líka sum so nógv onnur, sigur pápin.

Hann hevði fingið at vita, at drongurin var so sjúkur, at hann ikki undir nøkrum umstøðum kundi fara út fyri dyr.

Pápin hevði ilt við at trúgva hesum og fór yvir til húsini, har drongurin býr

Har var myrkt.


Fór til politiið

−    Tá ringdi eg til politiið og bað um hjálp, og eg ringdi eina ferð aftrat, staddur uttan fyri húsini, og bað politistarnar koma at síggja, at eingin var inni, og at mamman sostatt var farin út við einum sjúkum barni, men politistarnir vildu ikki blanda seg.

Pápin var frá sær sjálvum av harmi. Hann ringdi dagin eftir til fútarættin, men har var stongt. Ríkisumboðið hevði eisini stongt, og stongt var millum jól og nýggjár eisini.

−    Eg var veruliga í neyð, sigur pápin, sum umvegis kenningar fekk fatur á ríkisumboðsmanninum, sum fór á skrivstovuna og prentaði út avtaluna um rættindini hansara.

Foreldrini hjá mammuni at soninum komu annan jóladag til henda pápan fyri at fáa hann at gevast í stríðnum fyri at sleppa at síggja sonin. Tey hildu hánt um avgerðina hjá Ríkisumboðum og barnaverndini, men pápin heldur, at tá ið hann hevði sagt teimum sína søgu, vóru tey ikki longur so sannførd um, at hann var skurkurin.

Triðja jóladag ringdi sonurin óvæntað til hansara og bað hann lesa og svara uppá eitt teldubræv, sum mamman hevði sent honum. Í hesum brævinum varð hann lagdur undir einki at hava gjørt fyri at koma í samband við sonin.

Hansara egnu foreldur hava ongantíð viljað lagt seg út í stríðið, sjálvt um tey eisini eru hørm, við at tey ikki sleppa at síggja sín ommu- og abbason hesar daganar.


Bara eitt samdøgur

Mánamorgunin tá fútarætturin læt upp, var pápin har fyri at biðja um hjálp. Eftir tógvið stríð setti Fútarætturin seg í samband við mammuna, og klokkan hálvgum eitt sama dag fekk hann sonin. Men bara til á middegi dagin eftir, tí í avtaluni stóð skrivað, at drongurin skuldi avleverast aftur 29. desember klokkan 12.00. Pápi og sonur vóru sostatt saman í minni enn eitt samdøgur ístaðin fyri teir avtalaðu fimm dagarnar. Fútarætturin mælti pápanum til at fylgja hesum boðum, annars fekk tað avleiðingar.

Tástaðni slapp drongurin at pakka jólagávurnar út frá pápa sínum og familjuni. Hann fekk nintendo-spælið, sum hann hevði ynskt sær, umframt nógv klæðir, og teir báður høvdu eitt hugnaligt kvøld saman.

Tá teir so løgdu seg at sova segði fegni sonurin við pápan, at hann var verðins fittasti pápi, og hetta fløvaði so sanniliga.

Á middegi týsdagin noyddist pápin at siga farvæl við sonin. Hann sleppur ikki so frægt at ringja til hansara, áðrenn hann fer av landinum, tí hann kann bara ringja sunnudag, og eingin sunnudagur er, áðrenn hann fer avstað aftur.


Ráðaleysur

−    Er tað ikki sárt?

−    Ja, tað kanst tú ætla. Eg veit ikki míni livandi ráð, hvat eg skal gera, tí eg eri góður við sonin, og hann er góður við meg, men vit sleppa ikki at vera saman.

Hesin pápin skilir ikki, hví mamman at dreinginum skal leggja so nógvar forðingar í vegin fyri, at hann kann sleppa at vera saman við soni sínum. Hvat vinnur hon við tí?

−    Tað er mín vón, at sonurin einaferð fer at siga okkurt við mammuna.

Pápin leggur stóran dent á ikki at siga nakað ringt um mammuna, Hann spyr heldur ikki um heimalívið hjá soninum. Hann er greiður yvir, at sonurin er sum lús millum tvær negl, og so ungur sum hann er, torir hann ikki at krevja sín rætt frá mammuni.

- Tað er nú eina ferð so, at børn fyri alt í verðini ikki viljað skuffað mammuna. Drongurin veit, at ger hann móti viljanum hjá mammuni, skuffar hann hana. Hann er djúpt stressaður, er fatanin hjá pápanum.

Hinvegin veit pápin, at mamman ikki aftrar seg við at siga ymist ósømiligt um seg við sonin.


Politiskt svik

Hann vónar, at ein slík hending fær myndugleikar og politikarar at vakna, tí rættindini hjá pápnunum mugu styrkjast. Tað ber ikki til, at sjálvt um greið avtala er, kann mamman gera, sum hon vil, og tað fær ongar avleiðingar.

Pápin er líka við at angra, at hann nakrantíð fór til Ríkisumboðið fyri at fáa eina fasta avtalu, tí lítið hevur hjálpt. Kanska øvugt. Hann hugsar nógv um, hvat hann skal gera.

−    Eg eri hálvvegis í eini útbúgving, sum ikki fæst her í Føroyum. Skal eg uppgeva útbúgvingina og bara koma heim aftur og royna at fáa foreldramyndugleikan? Eg veit tað ikki.

−    Hettar vóru so okkara fimm dagar á jólum, hvussu verða teir 14 daganir í summar? Eg eri stórliga bangin fyri, at sama hending fer at endurtaka seg í summar, tá ið eg komi heim aftur, sigur pápin.

Pápin spyr:

- Hvat er meiningin við einari ”samværsresolution”, tá ið annað foreldrið bara kann láta sum luft og ikki taka hetta í álvara, og tað ongar avleiðingar fær?


Stongt

Sosialurin ætlaði at spyrja Ríkisumboðið, um fleiri slík mál eru, og hvat slíkir ráðaleysir pápar kunnu gera, men Ríkisumboðið hevur stonkt til 4. januar.