Pápin, Ludwig Koch, er so sannførdur um, at Wolfgang Priklopil var ikki einsamallur um burturflytingina, at hann vil hava dóttur sína í rættin at greiða frá sannleikanum. Tað skal hon gera sum vitni og skal svørja eið at siga sannleikan.
Ludwig Koch er vísur í, at Wolfgang Priklopil var ikki tann einasti, sum visti, hvat veruliga hendi, tá Natascha bleiv tikin og burturflutt. Tí hevur hann nú gjørt av at krevja vinmannin hjá Priklopil, Ernst H., fyri ein dómstól í Wien. Tí sum pápi vil hann hava endurgjald fyri líðing og pínu.
-Í rættinum fær Natascha Kampusch høvi til at siga sína hugsan um málið sum heild. Eftir okkara tykki visti Ernst H. um tað, sum vinmaðurin hevði gjørt, og okkara áskoðan er tí, at hann er samsekur í teimum líðingum, sum vardi samfull átta ár fyri Nataschu og hennara næstu, sigur ein av teimum trimum samførarunum hjá Ludwig Koch við Wien-blaðið ÖSTERREICH.
Ikki um pengar
Ígjøgnum sínar sakførarar krevur Ludwig Koch 30.000 evrur í endurgjaldi og 5.000 evrur til sakarmálskostnaðin. Í endurgjaldshøpi er talan ikki um tey stóru tølini, og Ludwig Koch hevur eisini sagt, at málið snýr seg ikki um pengar.
-Tann, sum heldur, at eg geri hetta fyri at fáa pengar burturúr, er ikki heilt rættsiktaður. Í mínari verð snýr tað seg um sannleikan. Eg vil hava hetta mál kannað og lýst til fulnar, so vit kunnu leggja hetta til viks, og soleiðis at dóttur mín kann fáa frið í sinnið, sigur Ludwig Koch við ÖSTERREICH.
Spurdur, um vinmaðurin hjá Wolfgang Priklopil var samsekur í burturflytingini, svarar Ludwig Koch, at tað er ikki hansara uppgáva at svara tí spurninginum. Hann væntar at fáa svarið í rættinum, tí tá skal Ernst H. siga sannleikan. Og tað skal Natascha eisini, leggur hann afturat.
-Men hvat hendir, um Natascha sýtir fyri at vitna?
-Tað áliggur einum pápa at taka ábyrgd á seg - eisini teimum, sum ikki síggja so nógv til síni børn. Eg geri hetta av kærleika til dóttir mína, so vit kunnu fáa frið, sigur Ludwig Koch við ÖSTERREICH.
Lítið samband
Natascha Kampusch var 10 ára gomul, tá hon bleiv burturflutt á veg í skúla beint uttan fyri Wien í 1998. Ikki fyrr enn átta ár seinni eydnaðist tað henni at flýggja úr kjallaranum, sum hevði verið hennara fongsul øll árini. Nakrar tímar eftir, at hon var flýdd, tók Wolfgang Priklopil lívið av sær.
Natascha Kampusch hevur alla tíðina sagt, at Wolfgang Priklopil var einsamallur um burturflytingina, og at eingin annar visti, hvar hon var. Men hon hvur ikki sannført pápa sín um tað. Tey bæði hava ikki serliga nógv samband við hvørt annað, og tað er ivaleyst ein orsøk til, at hann nú dregur hana í rættin at siga sannleikan.
Ætlandi byrjar rættarmálið síðst í juni.
(Kelda: ÖSTERREICH)
+ mynd Natascha Kampusch
Myndatekstur:
Tann 10 ára gamla Natascha Kampusch varð burturflutt um morgunin tann 2. mars í 1998 á veg í skúla. Ikki fyrr enn tann 23. august í 2006 eydnaðist tað henni at flýggja. Síðani hevur hon skrivað bókina "3096 dagar" um tíðina sum fangi (Mynd: Polfoto)
+ mynd Priklopil
Myndatekstur:
Millum tey mongu, sum eysturríkska løgreglan avhoyrdi aftan á burturflytingina, var Wolfgang Priklopil, men hann bleiv tó ikki tikin. Tá Natascha Kampusch var flýdd, tók Priklopil lívið av sær (Mynd: Polfoto)