Tað sokallaða Tønder-málið í Danmark endaði í dag við, at ein maður fekk 10 ára fongsul fyri at hava misbrúkt døtur sínar og fyri at hava latið aðrar menn misbrúka tær. Ákæruvaldið hevði kravt, at maðurin skuldi fáa 12 ára fongsul, men dómarin gjørdi av, at hann skal sita 10 ár í fongsli. Harafturat skal maðurin ikki vitja ella fáa vitjan av fólki undir 18 ár uttan loyvi frá myndugleikunum.
Maðurin var ákærdur fyri at hava havt samlegu við teirri eldru dótturini ígjøgnum níggju ár, frá tí at gentan var bara tvey ára gomul. Hann var eisini ákærdur fyri at hava misbrúkt ta yngru gentuna, tá hon var seks-sjey ára gomul.
Herumframt var maðurin ákærdur fyri at hava latið aðrar menn misbrúka ta eldru gentuna. 14 menn eru dømdir í tí sambandi.
Ákæruvaldið umhugsar nú, um tað skal kæra dómin fyri at fáa viðhald um 12 ára fongsul, sum er harðasta revsing í slíkum málum.