Rætturin í týska býnum Potsdam dømdi fyrrapartin ein 41 ára gamlan mann úr Norðurjyllandi lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava sett eld á bilin, sum báðar døtur hansara vóru í. Frammanundan hevði hann givið gentunum, sum vóru 9 og 10 ára gamlar, doyvandi tablettir.
Tilburðurin var nærhendis Berlin tann 12. august í fjør. Tá løgreglan kom fram á mannin, greiddi hann frá, at talan var um eina syndarliga vanlukku, men seinni viðgekk hann, at hann hevði doyvt genturnar við sovitablettum, stoytt benzin inn í bilin og sett eld á.
Undir avhoyringunum í Týsklandi hevur maðurin greitt frá, at hann og konan vóru skild, og at tey høvdu ligið í stríði um tær báðar døturnar. Sambært fjølmiðlunum bendir nógv á, at tað var hetta stríðið, sum fekk mannin at fremja ta óhugnaligu gerðina.