Púra beint Natti

Nú ein dagin visti Sosialurin at siga, at Niels Nattestad, skúlastjóri á Venjingarskúlanum, legði upp til at lata próvtøkuna í fólkaskúlanum fara í ár, og heldur nýta tíðina fram til summarfrítíðina til vanliga skúlagongd.

Hetta eru skila orð frá einum skilagóðum skúlastjóra.

Men hetta er ikki bara skilagott í ár.

Vilja vit ein framkomnan fólkaskúla, er ein tann størsti bágin júst próvtøkan í tí líki, hon enn er í. Hon er ein leivd frá eini farnari tí og í allari síni veru ein andsøgn við andan í teirri lóggávu, vit hava um fólkaskúlan nú á døgum.

Hon er besta einstaka trygdin fyri, at nútíðar arbeiðs- og undirvísingarhættir hava ilt við at vinna frama í gerandisdegnum í skúlanum.

Tað skuldi ikki verið neyðugt at nýtt læntar fjaðrar at próvføra fyri hesum, tí vitanin um, hvat ið darvar og hvat ið fremur fjøltáttaða undirvísing, er gerandiskostur í undirvísingini á Læraraskúlanum, og hon hevur ið hvussu er verið tað seinastu 25 árini. Eg fari kortini at taka til danska professaran Steen Larsen, sum eitt kvøldið í farnu viku helt fyrilestur í handilsskúlanum í Havn.

Í eini grein í Skúlablaðnum, og seinni í Viðskeranum, tók eg uppaftur eftir hann ein setning, sum hann skemtandi, og eitt sindur argandi, plagar at byrja fyrilestrar sínar við, og serliga tá ið hann veit, at nógvir lærarar eru millum áhoyrararnar.

Hann byrjar ofta soleiðis: ?Vita tit, hví lærarar eru so klókir?? Og hann svarar sjálvur:

?Tað er tí, at teir gera tað arbeiðið sjálvir, sum næmingarnir áttu at gjørt.? Men álvara er sjálvandi aftanfyri, tí her liggur í veruleikanum sjálvt grundarlagið undir allari framkomnari undirvísing.

Einki kemur av sær sjálvum. Tú lærir av tí arbeiði, sum tú leggur í tað. Tí er tað so umráðandi, at børnini í skúlanum fáa høvi at arbeiða og at vera virkin, so tey nøra um sítt forvitni og læra at læra saman við lærarum, sum vita hetta, og sum duga at halda teimum til.

Hetta kvøldið á Handilsskúlanum sótu aðalstjórin í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum og ovasta leiðsla fólkaskúlans.

Hetta, ið vit sótu og hoyrdu, er fremsta vitanin á pedagogiska økinum í okkara tí.

Allar neyðsemjur burtur av hesi leið eru ein leið burtur frá fólksins skúla, tí tá verða lærarar fólkaskúlans alt meira ?instruktørar?, ið við ymiskum snildum onkursvegna skulu trútta lærdóm niður í børnini, heldur enn at leiða børnrini at gáttini á teirra egna vísdómi, og tá kunnu vit koma í ta vitleysu støðu, sum summi í álvara halda vera tað einasta rætta: At ungdómar dumpa í fólkaskúlanum.

NB: Meðan eg siti og skrivi hetta, hoyri eg, at verkfallið á fólkaskúlaøkinum er av.

Eg rokni við, at próvtøkuætlan liggur klár til í summar, og skal ikki leggja upp til meira ótryggleika enn tann, sum longu valdar.

Varð okkurt gjørt við hetta til næsta skúlaár, so var okkurt gott komið burtur úr søguliga verkfallinum í fólkaskúlanum.


Pauli Nielsen

rektari læraraskúlans