Fleiri vilja verða við, at steypakappingin hjá kvinnum finnur sín vinnara longu í hálvfinaluni, eftir at tað gjørdist greitt, at favorittarnir báðir, Stjørnan og VB, hittast her. Men hinvegin verður mangan tikið til, at tað er júst í steypakappingunum, at rúmd er fyri onkrum óvæntaðum úrsliti.
Jøvn lið
Í kvøld verður fyrra hálvfinalan millum Søljuna og Neistan leikt á Giljanesi. Hesi bæði liðini tykjast rættuliga jøvn, og í landskappingini stríðast júst hesi bæði lið um bronsuplássið.
Um vit skulu meta um liðini bæði í mun til hvønnannan, so kann sigast, at Neistin kanska hevur eitt lítið sindur størri breidd í hópinum, meðan Søljan í Nicoletu Radu Hansen kanska hevur størsta einstaka profilin í Sunset-kappingini.
Ein annar týðandi leikari hjá vágakvinnum er Lina Andriylyte, sum áður hevur leikt við Neistanum, og tí kennir mótstøðuliðið sera væl.
Vágskvinnur vilja hevna ósigurin
Fyrra hálvfinalan millum VB og Stjørnuna verður ikki leikt fyrr enn í annaðkvøld í Vági. Her er talan um ein dyst millum tey bæði mest vinnandi feløgini í føroyskum kvinnuhondbólti seinnu árini, júst hesi bæði lið hittust eisini í steypafinaluni í fjør. Tá endaði Stjørnan omaná eftir ein sera spennandi og javnan dyst, har teir mongu trúfastu áskoðararnir hjá feløgunum báðum sótu sum á nálum.
Higartil í hesum kappingárinum er tað Stjørnan, ið hevur verið omaná, og greipuvinnararnir frá í fjør tykjast sera sterkir í ár, men hinvegin so eru vágskvinnur óivað sera uppsettar upp á at hevna ósigurin frá steypafinaluni í fjør.
Dystin á Giljanesi millum Søljuna og Neistan skulu brøðurnir Hannis og Uni Wardum døma, meðan dystin í Vági taka teir báðir Brandur Johansen og Heri Petersen sær av.