Púra rætt Heðin

Um ikki Javnaðarflokkurin tekur seg saman í samgonguni viðvíkjandi samanlegging av kommunum og at leggja út til kommunur, eigur hann at gevast við at tosa um eina visjón 2015, hvat kommunum viðvíkir

Jógvan við Keldu, løgtingsmaður

Seinasta mánakvøld var Heðin Zachariasen í áhugaverdari samrøðu við Boga Godtfred í Sjónvarpi Føroya um kommunubygnaðin í Føroyum.

Satt at siga, frøddist eg um greiðu útmeldingina hjá Heðini um, at um ikki kommunur verða lagdar saman frívilliga, at tær so verða lagdar saman við lóg innan 2012.

Heðin veit hvat hann tosar um, hann hevur verið íðin framsøgumaður fyri at fáa bygdirnar saman í Sunda kommunu, sum tykist at hava hepnast avbera væl.

Eg fegnist um, at vit eru alt fleiri við til at manna bátin við hesi broyting.

Jacob Vestergaard var síðani gestur týskvøldið. Hann sigur, at tær skulu leggjast saman frívilliga, men helt tó fyri, at tíðarbilið hjá Heðini vera ov langt til 2012.

Hetta kann tykjast sum eitt paradoks, men hóast tað, er málið nú komið hagar, sum eg fleiri ferðir havi tilmælt og at hetta má gerast skjótt, tí kommunurnar úti í landinum fúna sum er, og tær vikna alt skjótari burtur í einki, meðan høvuðsstaðurin dregur bæði fólk í bestu árum og allan pening til sín so mikið skjótt, at Tórshavnar Kommuna ídag næstan kann hava somu upphæddir til íløgur sum landsíløgur, meðan restin av landinum svevur omaná samanleggingum og útjavnan av skattakrónunum.

Samgongan hevur ein trupulleika
Sjálvur havi eg ferð eftir ferð bæði frá tingsins røðarapalli og í fjølmiðlunum gjørt vart við vandamálið, sum nú fer fram, at politikarar – bæði kommunu og løgtings-politikarar - ikki vilja síggja hetta deyðans álvarssemi í eyguni.

Samgongan hevur eisini ein stóran trupulleika hvat hesum viðvíkir. Tað er Javnaðar-flokkurin, sum nú og tá leggur seg tvøran, tí einki skal henda og lat meg siga tað einaferð enn, tað ber ikki til at leggja partar út til onkrar kommunur og síðanir restin sentralt stýrt. Hetta er kostnaðrmikið, fløkt og verður bara gjørt fyri “at gera okkurt”. Javnaðarflokkurin má taka seg saman, so samgongan skal fáa nakað av skafti.

Heðin Zachariasen hevur púra rætt, men skoðbráðið er ov langt. Latið okkum halda fast við, at kommunur sum ikki hava lagt saman innan 2009, verða lagdar saman við lóg í millumbilinum millum 2009 og 2012.

Um ikki, Javnarflokkurin tekur seg saman, eigur løgmaður og hansara fylgi at halda uppat at tosa um eina Visjón 2015, hvat kommunum viðvíkir, og heldur halda áfram við søguligu fyrilestrunum um Føroyar undir fríum handli eftir 1856.