- Eg eri púra samd við Jenis av Rana í hesum máli, og eg taki fult undir við, at striptease verður bannað við lóg í Føroyum. Tað er væl kent, at nógvar kvinnur, sum onkusvegna selja seg sjálvar, hava verið fyri umsorganarsviki og misbrúki, tá ið tær vóru smágentur og tí eru í eini serligari støðu.
Striptease kann gerast ein glíðibreyt, sum førir til skøkjulevnað og kvinnuhandil. Tað var akkurát tað, sum hendir í Íslandi. Har byrjaði tað við, at stripparar vórðu fingnir til Íslands av og á at framføra á einstøkum tiltøkum. Men tað vant upp á seg tað endaði við at tað vóru sjey skøkjuhús í Íslandi, har tey fimm vóru í Reykjavík og hini bæði í øðrum býum.
Tað er eisini staðfest, at handil við kvinnum fór fram í Íslandi. Talan var um fremmandar kvinnur, sum vórðu lokkaðar til Íslands undir skeivum fortreytum, men komnar til Íslands, var passið mangan tikin frá teimum, og tær vórðu tvingaðar at arbeiða í skjøkjuhúsum. Tað vóru heldur ikki tær, sum fingu vinningin av hesum, men tey, sum skipaðu fyri.
Tí eru allar orsøkir til at taka hetta málið í fullum álvara og at banna striptease, áðrenn tað sleppur at vinda upp á seg.