Páskabryggið frá Føroya Bjór best

Herfyri varð skipað fyri ølsmakking í danska felagsskapinum Selskab for Vestjysk Ølkultur, og páskabryggið frá Føroya Bjór varð best umtókt í sínum klassa

Eini 100 fólk vóru við til smakkiroyndirnar, sum vórðu hildnar í sambandi við aðalfundin hjá felagsskapinum. Smakkiroyndirnar vóru sokallaðar blindsmakkiroyndir. Tað vil siga, at fólkini ikki vistu, hvat slag tað var, sum tey valdu at vera best. Men tá avtornaði høvdu tey valt Páskabryggið frá Føroya at vera tað besta í klassa II, sum er gull-klassin. Ølið verður klassað eftir styrki.
Føroya Bjór var somuleiðis nummar eitt til jólasmakkiroyndirnar hjá sama felagsskapi, tá skipað varð fyri jólabryggjsmakkiroyndum í novembur í fjør.
Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór, fegnast um góða úrslitið hjá Páskabrygginum. Hann sigur, at tað staðfestir, at páskabryggið er gott, og at onnur eisini halda tað.
? Tað, at páskabryggið eisini verður dømt at vera best í eini smakkiroynd í Danmark, er prógv um, at tað ikki bara eru tey lokalu, sum halda tað vera gott, heldur stjórin á Føroya Bjór, Einar Waag.
Páskabryggið varð valt fram um átta onnur sløg í sama klassa.
Tað er gott PR fyri Føroya Bjór aðrastaðni, at teirra øl fær viðurkenning, tí tað verður kunngjørt fyri almenninginum. Til dømis er tað lagt út á fleiri heimasíður á netinum.
Einar Waag sigur, at tað eru nógv tílík feløg í Danmark, sum skipa fyri ølsmakking. Hesi feløg royna allatíðina at kanna og vita, um tey smærri bryggjaríini ikki eru líka góð, sum tey stóru.
Einar Waag sigur, at sjálvandi eru tey fegin um úrslitið á Føroya Bjór, tí her verður ølið smakkað av fólki, sum samstundis smakka onnur sløg, og tá tað tá verður mett at vera best, má tað kunna sigast at vera eftirfarandi.